Revsa ikki útlendingar

Endamálið við ásetingini í grindalógini er at tryggja, at boðað verður myndugleikarnir frá, áðrenn byrjað verður at reka grindina.

Nakað av rumbuli hevur verið seinastu dagarnar, eftir fyrst Sea Shepherd boðaði frá, at útlendingar kunnu verða revsaðir fyri ikki at boða frá, um teir síggja grind, og síðani ein ráðgevi í Fiskimálaráðnum váttar hesa tulking av nýggju grindalógini.

 

Nú hevur løgmansskrivstovan so sæð seg noydda til at koma við eini rættleiðing, har hon greitt boðar frá, at útlendingar ikki verða revsaðir fyri ikki at boða frá, um teir hava sæð grind.

 

Í tíðindaskrivi boðar løgmansskrivstovan frá, at hendan ásetingin er í lógini fyri at tryggja, at eingin tekur lógina í egnar hendur og rekur grindina, antin til havs ella til lands.

 

Grindalógin ásetur, at myndugleikarnir skulu fráboðast, fyri at teir kunnu geva loyvi til at reka grindina.

 

- Endamálið í ásetingini er at forða fyri at fólk taka lógina í egnar hendur ella blanda seg ólógliga upp í ein rakstur, til dømis við at reka hvalirnar antin móti landi ella til sjós, uttan loyvi frá myndugleikunum á staðnum, skrivar Løgmansskrivstovan.

- Lógin ávirkar tí ikki ferðafólk. Ein persónur, til dømis eitt ferðafólk, sum sær grindahval verður ikki revsaður, um hann ikki boðar frá hesum. Revsingin velst um,, hvørt persónurin ella persónarnir, sum hava sæð hvalirnar, taka lut í at reka hvalirnar til lands ella sjós, skrivar Løgmansskrivstovan.

 

Annars sigur løgmansskrivstovan, at revsingin upp á tvey ár, einans verður nýtt, um lógarbrotið er framt við vilja ella av grovum ósketni og hevur ført til at fólk ella hvalir, umhvørvi ella ogn eru komin til skaða. Revsingin kann eisini verða nýtt, um persónurin, tað um geldur, fyrr er dømdur fyri brot á grindalógina.

 

Tíðindaskrivið, ið er skrivað á enskum, er at lesa her.