Revsilógin er avgerandi

Tað er ikki Filmseftirlitið - men revsilógin - sum ger av, hvørt tað er loyvt at sýna filmar á føroyskum lørifti ella ikki

Filmsbann

Tá eigararnir av Havnar Bio vísa á, teir kunnu fáa trupulleikar, um teir vísa filmin, Da Vinci Code, er hetta ein støðutakan, sum byggir á lógartekstin í revsilógini.
Tað staðfestir Eyðun Joensen, fyrrverandi formaður í Filmseftirlitinum og í dag formaður í nevndini, sum arbeiðir við at umskipa filmseftirlitið.
- Tað er ikki Filmseftirlitið, sum ger av, hvørt tað er loyvt at sýna ein film ella ikki. Uppgávan hjá stovninum er at meta um filmar, sum verða vístir - ella sum ætlanin er um at vísa. Og út frá atlitinum til føroyska fólkið skal stovnurin so siga frá, um mett verður, um hesin stríðir ímóti verandi lóggávu.
- Tá talan er um gudsspottan - blasfemi - ella porno, so er talan um revsimál. Og tá er líkamikið, hvørt filmseftirlitið hevur tikið støðu til filmin ella ikki. Er nakað, sum meldar biografin, so skal fútin taka málið upp, og so verður tað upp til rættin at gera av, hvørt filmurin er lógarbrot ella ikki, staðfestir Eyðun Joensen.
Hann vísir í hesum sambandi á, at uppgávan hjá Filmseftirlitinum í so máta er at gera eina meting av, hvat verður tulkað sum brot og ikki. Og so verða boðini givin biografinum.
Í revsilógini verður staðfest, at tað er lógarbrot at »bespotte godkendte trossamfund«, og tað er so ein meting av hesum, sum skal gerast í hvørjum einstøkum føri, um mál av hesum slag taka seg upp. Í hesum liggur eisini, at markið fyri, hvat er loyvt og ikki, væl kann førka seg, alt eftir tíðarrákinum, sum er galdandi í samfelagnum.