»Reyða øðin«

Spanska landsliðið verður nevnt »La Furia Roja« í heimlandinum, og hesaferð sær møguleikan út til at verða til staðar fyri teimum reyðu

Fótbóltur

 

»La Furia Roja« – ella hin »Reyða øðin« verður spanska landsliðið nevnt. Ofta hevur verið borið uppá mál, at orsøkin til, at Spania ongantíð er komið serliga langt í EM og HM-endaspølum, er, at spælarnir á spanska landsliðnum koma úr nógvum ymiskum landspørtum, sum hava lítið at verða samdir um. Tiltikið er, at spælarnir úr sentralistiska høvuðsstaðnum, Madrid, ikki hava sitið væl um sátt við spælarnar úr Barcelona, sum er høvuðsbýurin í Katalonia, har fleiri ynskja fult ella væl størri sjálvstýri frá Spania.

Hetta tykist ikki at vera so longur. Spælarnir tykjast at standa betri saman nú enn nakrantíð áður. Hetta vístu spælarnir longu undir upphitingini til dystirnar í innleiðandi bólkaspælinum, har teir allir stóðu saman, og hálsfevndust. Spælarnir ganga heldur ikki í klikum longur uttanfyri vøllin, men teir stuðla hvørjum øðrum í øllum lutum.

Spanska landsliðið er vorðið ein felagsætlan fyri allar spælarnar.

 

Sálarliga betri

Spanski hópurin tykist eisini at verða betri fyri sálarliga. Liðið er komið heim við so mongum vónbrotum gjøgnum árini, at tað næstan ikki ber til at telja tey, og ein kundi óttast fyri, at hesar upplivingarnar frá fortíðini fóru at gerast eitt satt trauma fyri spanska liðið. Men tað, sum liðið hevur víst á vøllinum, boðar frá einari nógv størri sálarligari styrki. Serliga fjórðingsfinalan ímóti Italia ber boð um hetta.

Spælarnir tykjast ikki at verða so tyngdir og trýstir sum við onnur endaspøl. Nú merkir ein á hópinum, at teir vilja gera alt fyri at vinna. Og vinna teir EM, ja so er tað sjálvsagt framúrskarandi. Hinvegin, vinnur Spania ikki EM, so er tað jú ikki nakað nýtt! Gøtan er gomul og kend í so máta. Sponsku spælarnir hava eisini verið eyðmjúkir um uppgávurnar hjá sær, og eru teir ikki farnir upp at flákra, um teir hava gjørt tað gott í einum dysti. Sjálvt ikki aftaná tann sera flotta 4-1 sigurin á Russlandi.

Teir eru fult greiðir yvir, at teir fáa tað ikki líka lætt ímóti Russlandi í hálvfinaluni.

 

Spælistílurin

Luis Aragones, landsliðsvenjari brúkar eina 4-4-2 uppstilling við David Villa sum hangandi álopsleikara, í staðin fyri at brúka Cesc Fabregas, sum offensivan miðvallarleikara. Hetta gevur Spania fleiri fyrimunir.

Fyri tað fyrsta, so hava vit undir EM sæð, at David Villa og Fernando Torres veruliga stuðla hvørjum øðrum og bera so í bandið, at báðir eru vandamiklir fyri mótstøðuliðini. Hevði Spania ikki havt tveir álopsspælarar í fyrra dystinum ímóti Russlandi, so hevði Torres sum einsamallur álopsspælari verið noyddur at avslutta ov tíðliga. Nú hevur Torres havt møguleikan at senda bóltin víðari til Villa, sum hevur verið í einari góðari støðu, og sum hevur kunnað beint teir í málið.

Nú er heldur eingin ivi um, hvør stýrir miðvøllinum. Fyrr hendi tað næstan, at Xavi og Fabregas traðkaðu hvønn annan á tærnar, tí báðir skuldu fylla leiklutin sum tann spæluppbyggjandi miðvallarin. Nú er eingin ivi um, at hendan uppgávan er fallin Xavi í lut.

Spania má hava bóltin meiri enn mótstøðuliðið, um høga tekniska støðið skal koma til sín rætt, og tá eitt lið hevur tveir spælarar úti í síðunum sum Silva og Iniesta, so er tað betri fyri liðið, at teir trekkja seg meir inn á vøllin. Tá Spania fer í álop, gerst tað effektivt við fýra sentralum miðvallarspælarum, sum kunnu spæla bóltin skjótt fram eftir vøllinum.

Tað gevur eisini breidd í spanska spælið, at bakkarnir, Joan Capdevilla og Sergio Ramos, koma frameftir vøllinum frá bakkinum. Koyrir tað offensiva spælið hjá Spania, so er tað ógvuliga torført at demma upp fyri. Evropiskir fótbóltsserfrøðingar meta verjuna verða veikleikan hjá Spania. Miðverjan hevur trupuleikar, tá høgir bóltar koma inn í brotsteigin. Puyol og Marchena hava heldur ikki havt síni bestu kappingarár í Barcelona og í Valencia.

 

69 ára gamal

Luis Aragones er eingin ársungi, hann er 69 ára gamal. Í Spania verður hann nevndur »Vísmaðurin frá Hortaleza«. Hann er rættiliga niðurboygdir, og er merktur av tíðarinnar tonn, nú hann nærkast teimum 70.

At síggja til, so minnir Aragones meir um ein pensjónist. Og verður onkuntíð skemta við, at hann durvar við venjingarnar, men so er als ikki. 69 ára gamli Aragones er árvakin. Knappliga sær hann okkurt undir venjing, sum honum ikki líkar. Tá tekur Aragones bríksluna fram, blæsur hart í hana og savnar leikarnar saman til eina kontanta rættleiðing. So eingin eigur at fara skeivur av gamla venjaranum. Aragones hevur verið í trupulleikum, tí hann er komin við viðmerkingum, sum kunnu tulkast at verða rasistiskar. M.a. tá hann segði við José Antonio Reyes, at »Hann var betri, enn hasin n...... Thierry Henry!«.

Aragones hevði eisini spent viðurskifti við sponsku fjølmiðlarnir, tá tað sá svartast út í EM-undankappingarbólkinum, og gjørdist talan um eitt tíðarskeið, har Aragones ikki tímdi at tosa við sponsku fjølmiðlarnir. Aragones er tó ein hart arbeiðandi maður, sum brennur eftir at vinna Spania tað fyrsta heitið í 44 ár. Russland er næsta forðingin, og russiski landsliðsvenjarin, tann hollendski Guus Hiddink, er ein snúin revur. Lætt verður tað ikki hjá Spania, men væl og virðiliga møguligt, og væl tað.