Reyð stjórn gagnar føroyingum

Tað mest natúrliga fyri Javnaðarflokkin er at vísa á eina reyða stjórn í Danmark, um vit fáa avgerðandi mandatið í stjórnartelvingini. Føroyingar, bæði úti og heima, verða meint raktir, um teir borgarligu sleppa at niðurlaga vælferðina.

Tað mest natúrliga fyri Javnaðarflokkin er at vísa á eina reyða stjórn í Danmark, um vit fáa avgerðandi mandatið í stjórnartelvingini. Føroyingar, bæði úti og heima, verða meint raktir, um teir borgarligu sleppa at niðurlaga vælferðina.


Danskur heilsupolitikkur. Danskur útbúgvingarpolitikkur. Danskur sosialpolitikkur. Øll hesi vælferðarpolitiski økini hava stóra ávirkan á hópin av føroyingum. Tí er umráðandi, at ein reyð stjórn sleppur at raðfesta vælferð fram um skattalættar.

 

Thorningstjórnin er farin til valg við lyftum um munandi íløgur í heilsu, útbúgving og barnaansing. Alt økir, sum hava verið niðurpínd í mong ár, fyrst av borgarligu stjórnunum hjá Fogh og Løkke, og síðstu árini sum avleiðing av herviligu fíggjarkreppuni, sum nú endiliga tykist verða avhasað.

 

Heilsa, útbúgving og barnaansing eru økir, sum túsundtals føroyingar verða ávirkaðir av hvønn einasta dag, bæði úti og heima.
Hugsa vit um teir mongu føroyingarnir, sum verða sendir av landinum í sjúkraørindum, eitt nú til Ríkissjúkrahúsið, má tað ikki henda, at hetta verður niðurpínt av einum borgarligum nullvøkstri komandi fýra árini.

 

Hugsa vit um teir mongu føroyingarnir, sum mugu leita sær út um Føroyar í lestrarørindum, má tað ikki henda, at danski studningurin og útbúgvingarstøðini verða niðurpínd av einum borgarligum nullvøkstri komandi fýra árini.
Hugsa vit um tey mongu føroysku børnini og ommu/abbabørnini, sum búgva í Danmark í styttri ella longri tíðarskeið, má tað ikki henda, at vøggustovur og barnagarðar fáa lægri normeringar og fleiri “lukkedage” av einum borgarligum nullvøkstri komandi fýra árini.

 

Og hugsa vit um tær mongu føroysku familjurnar, sum mugu leita sær til Danmarkar eftir sertilboðum vegna sjúku ella serligan tørv, tað verið seg í sambandi við endurvenjing, tørv á serskúlatilboðum ella annað, sum vit tíverri ikki kunnu bjóða her heima enn, so má tað ikki henda, at tey borgarligu fremja nullvøkstur komandi fýra árini.

 

Teir flokkar, sum fara at halda hondini undir einari borgarligari stjórn í Danmark, skulu bara vita, at tá verða skattalættar raðfestir fram um vælferð. Og so ætla teir bláu gudhjálpitúmeg eisini at seta kriminella lágaldurin niður í 12 ár!

 

Sum flestum kunnugt, kemur loysingarmálið í aðru røð í Javnaðarflokkinum. Hetta mál skulu vit avgreiða her heima. Hinvegin er vælferð fyri øll, og frælsi frá fátækt og kúgan, okkara fremstu mið. Javnaðarflokkurin er partur av einari altjóða rørslu, sum umboðar solidaritetin millum løntakarar kring allan heim. National mørk skulu ikki syndra hendan solidaritet og samanhald, sum er grundarlagið undir moderðaða vælferðarsamfelagnum her í Norðurlondum.

 

Onkur heldur kanska, at vit skulu gera okkum dælt av lyklastøðuni, um vit gerast tungan á vágskálini í donsku stjórnartelvingini. Slíkur politikkur hóvar okkum stak illa. Javnaðarflokkurin er ein pragmatiskur framburðsflokkur, sum gjøgnum dialog og samstarv røkkur fram á leið. Ultimativ krøv um pengar ella sømdir geva okkum lítlan góðvilja – tað ger hinvegin miðvíst og búgvið politiskt handverk.  

 

Men Javnaðarflokkurin er ongin deyda. Hetta hava vit prógvað óteljandi ferðir, har miðvísar samráðingar hava givið megnarúrslit, Føroyum og føroyingur til gagns. Sumt er ikki til sølu, og viðhvørt kann gerast neyðugt at seta hart móti hørðum. Hetta merkir til dømis, at ein donsk javnaðarstjórn skal virða føroyska demokratiið í sambandi við eina møguliga stjórnarskipan. Hetta krav eydnaðist okkara flokki at fáa við í samgonguskjalið við Thorning stjórnina seinast, og er tað meira enn Løkke kundi tryggja, tá ið málið var aktuelt í 2010. Hepnast tað ikki hesaferð, hava vit eina nýggja støðu, sum hvønn einasta dag kann endurskoðast. Tí ein og hvør sosialdemokratur er fyrst og fremst demokratur.

 

Rigmor Dam valevni til Fólkatingið fyri Javnaðarflokkin