Fyri fyrstu ferð í mong ár vísti roknskapurin hjá byggifyritøkuni Guttesen & Staksberg undirskot í fjør. Hallið var 3,3 milliónir krónur.
Hetta er ein rættuliga óvanlig støða, sambært roknskapartølunum hjá fyritøkuni síðstu níggju árini. Okkurt árið hevur yvirskotið táttað í seks milliónir krónur, men síðani 2009 hevur yvirskotið tó ligið undir eina millión krónur.
Undanfarin ár hava starvsfólkini í fyritøkuni verið nakað omanfyri 20 í tali, men sambært nýggjasta roknskapinum vóru í meðal 12 ársverk í fyritøkuni í fjør.
Síðstu tvey árini eru útlutað 10 milliónir krónur í vinningsbýti til eigararnar, sum eru sp/f GSH og sp/f NOG.