Reyðikrossur: Sendir eina millión til hjálpartiltøk í Afganistan

Humanitera støðan í Afghanistan er ómetaliga døpur, og alsamt fleiri fólk verða rikin frá húsi og heimi. Hetta hevur við sær ein øktan tørv á bráðfeingis tænastum, sum mati, vatni og heilsutænastum.

 

Barbara Davidson/Reuters/Ritzau Scanpix

Í tíggjutals ár hevur landið upplivað ovurstóra neyð, og fyrr í ár versnaði støðan aftur meira. Harumframt hevur álvarsamur turkur týnt lokalu matframleiðsluna, covid-19 hevur tyngt ta frammanundan vánaligu heilsuskipanina, og bankasanktiónir hava ført til búskaparligt hóttafall, soleiðis at eitt nú læknar, lærarar og heilsuhjálparar ikki hava fingið løn í fimm mánaðir.

 

Stór hungurneyð ger eisini um seg, og talið á børnum, sum eru innløgd á sjúkrahúsum hjá Reyða Krossi, er meir enn tvífaldað síðan august.

 

Fyrr í ár lat Reyði Krossur Føroya eina hálva millión krónur til hjálparátøk í Afghanistan, og nú er avgerð tikin um at lata eina millión afturat. Hesin peningurin fer millum annað til 40 heilsudeplar og sjúkrahús hjá Reyða Krossi í Afghanistan, og at betra um sálarheilsuna hjá børnum og ungum við tilknýti til heilsustovur, og til neyðhjálp, so sum mat, vatn og verju. 

 

Barbara Davidson/Reuters/Ritzau Scanpix