Kyndil-Tjaldur 37-25 (16-11)
Hondbóltur
Hóast runavíkingar mundu hava góðar vónir, tá teir fóru undir uppgávuna móti Kyndli, so var tað rættiliga skjótt, at heimaliðið gjørdu hesar væl meintu vónir til einkis. Eftir fáum minuttum vóru eini seks mál á muni, og eftir hetta gjørdist talan ongan tíð um nakran spennandi dyst.
Bjarni í hopla
Tað, sum serliga var munurin millum liðini í fyrra hálvleiki, var, at kyndilsliðið var nógv betri skipað í verjupartinum enn gestirnir. At tjaldursmenn ikki tóktust leggja so nógv hendan partin av spælinum viðførdi eisini, at arbeiðsumstøðurnar hjá teimum grønu vóru væl betri, og serliga var tað Janus Einar, sum kundi gera sær dælt av hesum, meðan fríspælingarnar streymaðu inn til hansara frá teimum trimum bakspælarunum.
Har umframt hevði Kyndil so eisini tann fyrimunin, at Bjarni Wardum var í tí heilt góða lagnum hesa løtuna, og tá so er, kann tað snøgt sagt verða líka mikið, hvør tað er, sum verjir mótstøðumálið. Bjarni fær hasi har 10-15 málini, og so er bara at vóna, at liðfelagar hansara ikki fáa so nógv burtur úr.
Kyndil stýrdi
Seinna umfarið høvdu gestirnir fingið betri tak á verjupartinum, og vóru teir nú betri førir fyri at fylgja við kyndilsmonnunum, soleiðis at munurin ikki øktist óneyðuga nógv.
Partvíst komst hetta tó eisini av, at Kyndil nú í nógv størri mun spældu kontrollerað. Teir høvdu vunnið sær eina hampuliga trygga leiðslu, og heldur enn at satsa í royndunum at økja um hesa, royndu teir at stýra spælinum. Eitt sindur harðliga kann kanska sigast, at teir lótu Tjaldri gerast betri, og í vanda kom sigurin so ongantíð.
Seinasta korterið tóktist tó, at orkan hjá Tjaldri var uppi, og so kundu kyndilsmenn ferð eftir ferð gera sær dælt av, at teir í nógv størri mun vóru førir fyri at seta leikferðina upp. Í løtum góvu teir tekin um, at teir aftur eru um at finna kvika álopsspælið frá grundspælinum aftur, men bakgrundin hesa ferð var eisini heldur bílig, so enn ber illa til at staðfesta, um teir aftur eru um at røkka tí støðnum.
Ein reyður minuttur
Tað, sum dysturin helst serliga verður mintur fyri, er tað, sum fyrifórst á vøllinum, tá einir átta minuttir vóru eftir at leika.
Fyrst var Regin Petersen óneyðuga harðligur, tá hann jarðlegði Mortan Hansen, sum var púra leysur í einum kontraálopið. Allar helst átti talan at verið um beinleiðis reytt, men tá talan var um triðju útvísing hansara, kom reyða kortið allíkavæl fram. Sveinur í Heiðunum var somikið ónøgdur um, at talan ikki var um beinleiðis reytt, at hann megnaði at mótmæla seg til sína triðju útvísing, so hann eisini fekk ostaskorpuna.
Brotskastið, sum spurdist burtur úr hendingini gjørdi Zoran ikki mætari enn at sena beint í skortin á Jens Skipagøta, og so varð hann eisini tveittur út, og tá Kyndil so aftur fór í álop, fekk nýggi jugoslavin hjá Tjaldri, Dejan Macict, sína triðju útvísing. Ilt er annars at meta, hvussu stórur styrkur hesin nýggi leikarin verður hjá Tjaldri. Kvikleikan og bóltførleikan tykist hann at hava, men hesa ferð fekk hann so ikki prógvað, um gjøgnumbrotsstyrki hansara er nóg stór. Talan er tó bert um fyrsta dyst hansara fyri felagið, so hóast reyða kortið, kann væl verða, at hann framyvir verður ein stórur stykur.
Fýra reyð kort innan hálvan minutt av effektivari spælitíð kundu viðvirkað, at talan gjørdist um ógvusligt spæl seinastu løtuna, men soleiðis gjørdist tíbetur ikki. Kyndilsmenn tímdu ikki at overva seg, og tjaldursmenn ásannaðu, at teir longu høvdu tapt slagið, so seinasta løtan varð hóast alt bert ein avgreiðsluspurningur.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Bjarni Wardum 12(6), Hans Áki Dal Christiansen 7, Heini Bendtsen 6, Uni Wardum 5(1), Janus Einar Sørensen 5, Jónleif Sólsker 2
Tjaldur: Sverri Justinussen 8(1), Zoran Sarcevic 5(4), Mortan Hansen 4, Dánial Kjærbo 3, Dejan Macict 3, Svein í Heiðunum 1, Tummas Magnussen 1
Brotskøst: Kyndil 8, Tjaldur 8
Útvísingar: Kyndil 5, Tjaldur 7
Diskvalifikatiónir: Kyndil 1 (3X2 minuttir), Tjaldur 3 (1 beinleiðis reytt og 2 ferðir 3X2 minuttir)
Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Sverri Justinussen. Fýra reyð kort og 16 brotskøst ljóðar ógvusligt, men sum so var tað mesta av hesum í lagi. Høvdu alla tíðina gott tak í dystinum, uttan at stórvegis orsøk var til atfinningar.