Reynir hevur vinir

Veruligur áhugi er í Sundalagnum fyri at varðveita gamla Deksbátin Reynir.

Fundur varð á Oyrarbakka í gjárkvøldið. Ikki so nógv fólk møtti, men tey, sum vóru á fundinum, vóru sinnað at luttaka í arbeiðinum at seta bátin í stand.

Sunda kommuna hevur sagt seg vera sinnað at gjalda fyri at flyta Reynir úr Vestmanna í Sundalagið, men vildi við fundinum hava trygd fyri, at álvari er i ætlanini.

Áhugafelagið Reynir verður stovnað í næstu viku, sigur Sofus D. Johannesen, ein av stigtakarunum.

Ætlanin er at seta Reynir upp á bryggjuøkinum í Hvalvík, og best hevði verið at sett hann á vogn, so hann kundi farið undir tak um veturin. Tað hevði gjørt tað møguligt at arbeitt upp á bátin alt árið.

Reynir sigldi í sínari tíð við fólki og farmi millum Havnina og bygdirnar í Sundalagnum. Hann varð smíðaður í 1920.