Reytt kort kostaði sigurin

AB fekk við tveimum málum í fyrra hálvleiki eina dreymabyrjan ímóti EB/Streymi, men eitt sera tápuligt reytt kort til Evrard Blé vendi dystinum og gjørdi, at EB/Streymur legði AB undir eitt stórt trýst í seinna hálvleiki

Tað var serliga ein stórspælandi Evrard Blé, sum kom í fokus í formuladystinum í Streymnesi sunnudagin. Her tók EB/Streymur ímóti AB, og eingin var í iva undan dystinum um, at EB/Streymur var stórfavorittur at taka øll stigini.

Tað gongur tó ikki altíð, sum prestur prædikar, og undan steðginum vísti AB sera gott spæl og góðan vilja. Tað var serliga Evrard Blé, sum ferð aftan á ferð setti heimaverjuna undir trýst, og eftir bert 25 minuttum hevði AB uppiborið lagt seg á odda 2-0 við tveimum góðum langskotum – annað av Evrard Blé.

Hann kom tó ikki bert í fokus fyri tað positiva, tí seint í fyrra hálvleiki fekk hann tvey sera tápulig gul kort, sum gjørdu, at AB mátti leika við manni færri tað, ið eftir var av dystinum, og tá vaknaði heimaliðið brádliga.


Dreymabyrjan hjá argjamonnum

Sjálvt um fleiri helst høvdu væntað, at sundalagsmenn fóru at spæla fríari eftir sigurin í steypafinaluni ímóti HB mikukvøldið, so hendi júst tað øvuta frá byrjan av av formuladystinum í Streymnesi sunnudagin.

Tað vóru nevniliga gestirnir frá AB, sum tóktust naskari frá fyrsta bríksli, og sjálvt um EB/Streymur hevði bóltin nógv, so vóru AB-leikararnir alla tíðina vandamiklar við skjótum mótálopum.

Og dysturin var bert fimm minuttir gamal, tá tað fyrsta mótálopið hjá AB gjørdist farligt. AB spældi væl upp ígjøgnum høgru síðu, og har fekk Jónas fatur á bóltinum inni í brotsteiginum. Hann kempaði og bardi seg beint ígjøgnum EB/Streyma-verjuna, men tíverri fyri hann, so bleiv skotið bjargað á sjálvari málstrikuni av Gert Hansen, men nú vóru sundalagsmenn ávaraðir.

Tað tóktist tó ikki, sum teir tóku ávaringina í álvara, tí minuttin eftir legði AB seg á odda. Eitt innkast bleiv blakað inn í brotsteigin, og tá EB/Streymur skallaði bóltin burtur, endaði hesin hjá Rógva Poulsen, sum valdi at skjóta fyrstu ferð. Rógvi rakti bóltin sera væl, og hann streyk upp í longra málhorn. 1-0 til AB.

Man skuldi trú, at hetta fekk heimaliðið at vakna, men soleiðis var ikki. EB/Streymur hevði tó enn bóltin nógv, men teir vóru ikki serliga vandamiklir. Í staðin var tað AB, sum ferð aftan á ferð setti verjuna hjá EB/Streymi uppá prøva við góðum mótálopum, og um miðjan fyrra hálvleik bragdaði aftur.

Ein stórspælandi Evrard Blé bardi seg fram eftir vøllinum, men hann var sera einsamallur móti fleiri EB/Streymarum. Men brádliga gjørdi hann ikki mætari enn at smekka til úr 25 ella 30 metrum. Bólturin sat heilt uppi í samankomingini, og René hevði eisini fingrarnar á honum, men hetta var ikki nokk, og so var 2-0 til AB.


Reytt kort vendi dystinum

Eftir málið til 2-0 gekk javnt á eina løtu. EB/Streymur royndi at trýsta, men teir høvdu ilt við at spæla seg í gjøgnum sterku AB-verjuna. AB koyrdi víðari við sínum kontraálopum, og tað var enn Blé, sum gav EB/Streymi stórar trupulleikar.

Móti endanum av hálvleikinum kom Blé enn einaferð í fokus. Tó hesaferð fyri nakað heldur meir býttisligt enn øll tey góðu tingini, hann hevði gjørt ígjøgnum dystin. Tá fimm minuttir restaðu av fyrra hálvleiki fekk hann sítt fyrsta gula kort fyri kjaftaslit, og lítla løtu seinni fekk hann sítt næsta gula kort, tá hann valdi at brúka hondina til hjálp úti á vøllinum. Tvey gul kort til sterka miðvallaran uttan at hann hevði gjørt eitt fríspark í dystinum.

Reyða korti tóktist fáa gongd á EB/Streym, tí tað gekk bert ein hálvur minuttur, so lá bólturin í málinum hjá AB. EB/Streymur fór í álop, og ein leysur bóltur endaði hjá Arnbjørn Hansen inni í brotsteiginum. Hesin smekkaði til, og bólturin tók í ein AB-verjuleikara, áðrenn hann endaði í netinum, og so var 2-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.


Eitt langt trýst

Seinni hálvleikur í Streymnesi er lættur at lýsa, tí hesin var eitt langt trýst á málið hjá AB. Frá fyrsta bríksli leyp EB/Streymur á við at kalla øllum liðnum, meðan AB vardi við teimum 10 monnunum, sum nú vóru eftir á vøllinum.

Tað gekst tó striltið hjá EB/Streymi at fáa bóltin í málið, tí í avgerandi løtunum vóru teir alt ov óneyvir. Fleiri ferðir spældu teir seg fram til møguleikar, men ofta stóð Magnus Poulsen í AB-málinum fyri, meðan skotini í flestu førunum fóru langt fram við málinum.

Tað nærmasta EB/Streymur kom einum máli fyrra partin av seinna hálvleiki var, tá innskifti Karoly Potemkin royndi seg við saksasparki úr 15 metrum, men Magnus vardi væl fyri.

Sum tíðin leið sá út til, at AB skuldi fara við øllum. Teir vóru eisini tætt við at økja um munin í teirra einasta møguleika eftir steðgin, men Bárður Olsen bjargaði skallarunum hjá Jón Nielsen á strikuni.

EB/Streymur helt tó fast um vónina, og tá 5 minuttir restaðu, gav trýstið úrslit. Ronnie Samuelsen fekk bóltin nakað uttan fyri brotsteigin, og við eini góðari sending fann hann ein púra leysan Potemkin, sum lættliga sendi bóltin fram við Magnus til 2-2.

Tað hendi ikki nógv eftit útjavnandi málið, og dysturin í Streymnesi endaði eisini við 2-2 javnleiki.

AB-leikararnir munnu helst iðra seg um úrslitið, nú teir vóru so tætt við. Teir spældu eisini sera væl allan fyrra hálvleik, men eitt ógvuliga tápuligt reytt kort kostaði helst í síðsta enda sigurin. 


EB/Streymur – AB 2-2 (1-2)

0-1 Rógvi Poulsen, 6.

0-2 Evrard Blé, 24.

1-2 Arnbjørn Hansen, 45.

2-2 Karoly Potemkin, 84.

Dómari: Miikka Lahdesmaki (FIN)

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Símun Eliasen (Zsolt Szekeres, 75.), John Heri Dam (Karoly Potemkin, 33.) – Hanus Eliasen (Rafael Kwiecinski, 83.), Ronnie Samuelsen, Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel

Gult kort:

AB: Magnus Poulsen – Pætur Jørgensen, Bernhard Petersen, Fróði Clementsen, Rógvi Holm – Allan Mørkøre, Jón Nielsen, Høgni M. Joensen (Hanus Jacobsen, 88.), Evrard Blé, Ragnar Poulsen (Dion Jacobsen, 78.) – Jónas T. Næs

Gult kort: Evrard Blé 2

Reytt kort: Evrard Blé