Okkaradeildin: VÍF - H71 19-24
Klokkan vísir átta minuttir og 33 sekund av seinna hálvleiki ímillum VÍF og H71 í høllini í Vestmanna.
Allir eygleiðarar hava verið samdir um, at H71 er stórfavorittur at vinna Okkaradeildina í ár, men hetta leggja vestmenningar onki í.
Í 38 minuttir tekur ein áræsin og ágangandi VÍF-verja pippið frá Føroyameistarunum úr H71. Serliga Sjúrður Olsen og Bjarti Hansen eru eyðsýndir í verjustøðu, har teir trýsta vinstru síðu hjá H71 langt burtur frá málinum. Mladen Mjerimacka í VÍF-málinum ger eisini sítt til at tað er langt ímillum málini hjá teimum svørtu.
Men átta minuttir í seinna hálvleiki hendir tað keðiliga. Elias Ellefsen á Skipagøtu dregur inneftir av vinstra bakki, Bjarti Hansen fylgir við og takklar mótstøðumannin, ið fer í gólvið. 17 ára gamli spælskiparin hjá H71 er als ikki nøgdur og tykist at hava ilt - at síggja til er hann raktur í andlitið. Tað eru liðfelagarnir heldur ikki. Peter Krogh sigur eitthvørt við dómaran og verður vístur av vølli í tveir minuttir.
Síðani vísa dómararnir reyða kortið fyri Bjarta Hansen.
Elias E. á Skipagøtu kemur á føtur aftur, men fer út á bonkin og kemur ikki á vøllin aftur í dystinum. Eftir dystin frættir in.fo at orsøkin er at spælskiparin møguliga hevur brotið nøsina.
Um hetta mundi er støðan 10-8 til VÍF, men tað broytist alt fyri eitt. Nú er eru tað hoyvíkingar, ið taka pippið frá VÍF-álopinum. H71 tykist at skora tvær ferðir hvørja ferð VÍF skorar eitt, og eftir góðar 20 minuttir er støðan 18-15 til H71. Dysturin javnar seg nakað, men vestmenningar megna ikki at koma nærri.
Dysturin endar 24-19 til H71.
Filip Jojic gerst toppskjútti við átta málum. Peter Krogh skorar seks mál fyri H71