Ørgrynna av vinningum í fiskikapping

Tað er í morgin, leygardagin 26. februar, at borðtennisfelagið Nykur skipar fyri fiskikapping við tráðu um allan Skálafjørðin. Tilmelding til kappingina fer fram undir terassuni á Kafé Hópinum á Toftum og fólk, sum ætla sær at luttaka, kunnu tekna seg frá klokkan 11 og úteftir. Klokkan 12 byrjar kappingin, men fólk kunnu tekna seg allan dagin og byrja at fiska.

Klokkan 18.30 skulu allir luttakarar verða komnir aftur, har teir tilmeldaðu seg við Kafé Hópin.

Luttøkugjaldið fyri hvørja tráðu er 100 krónur, og agn kann eisini keypast á staðnum.

Ein rúgva av góðum vinningum eru í kappingini. Eisini er stórt ferðasteyp og medaljur. Handanin til vinnararnar verður, tá veiðan er tald upp, og tað verður Bill Justinussen, løgtingsmaður, sum fer at handa virðislønirnar.

Eftir kappingina verður ?opið hús? í Kafé Hópinum, har okkurt verður til undirhalds - og har fæst eisini eitt hvørt at eta og leska sær við.

Fyrireikararnir vænta stóra luttøku til kappingina. Í fjør heyst, tá felagið eisini hevði eina líknandi fiskikapping, vóru sjeyti luttakarar, men hesaferð vænta fyrireikararnir í minsta lagi tvífalt so stóra undirtøku.

Ikki færr enn 19 vinningar eru í sjálvari fiskikappingini, og vinnarar skulu finnast í nógvum ymiskum bólkum, so lætt verður hjá nógvum at ogna sær vinning.

Vinningar verða givnir fyri størsta tal av fiski, og her fáa bæði nr. 1, 2. og nr. 3 vinning.

Góðir vinningar eru eisini fyri eitt nú størstu vekt, longsta fisk, tyngsta fisk, størstu skrubbu, stuttligasta/ sjaldsamasta fisk, flest metrar av longu, flest sløg av fiski umframt aðrar kappingar um allar hesar 19 vinningarnar.