Nú eigur Asta í víðagitnu kioskini á Vaglinum í Havn, at fáa riddarakrossin.
Tað heldur havnarmaðurin Árni Helmsdal.
Á Facebook vísir á, at nú eru tað ikki bara embætisfók og politikarar, sum fáa riddarakrossin, men eisini nógv vanlig fólk, sum eru sermerkt, eitt nú handilsfólk, ítróttarfólk, listarfólk og sjónleikarar. Og hann heldur, at nú skulu vit prika til makthavararnar og skjóta upp fyri teimum, at Asta í kioskini átti at fingið krossin.
- Hon er mentað og hevur verið til so stóra gleði fyri alt Føroya fólk í 68 ár. Hon er handilsfólk og hevur verið ein almennur persónur øll hesi ár við fyrimyndarligum trúfesti. Og sum 86 ára gomul er hon enn í kioskini hvønn dag , skrivar hann.
Hann heldur, at tað hevði verið meining í at givið Astu Riddarakrossin. Hann vísir á, at øll kenna Astu, men øll kenna ikki øll tey, sum hava fingið riddarakrossin.
- Lutfalsliga eru alt ov fá, sum fáa krossin uttan fyri Keypmannahavn og norðeftir á Sælandi. Tað eru heldur ikki nógv, sum starvast á Vaglinum, sum fáa krossin. Hon er eingin ársungi, og eg haldi, at hon skal hava krossin á Ólavsøku, sigur Árni Helmsdal.
Hann heldur, at eitt annað gott høvi kundi verið, at havt eitt hátíðarhald uttanfyri kioskina, tá ið Margretha, drotning, kemur higar í summar og so kundi Asta fingið krossin tá.
- Ímynda tær, hvussu errin hon hevði verið, sigur Árni Helmsdal.
Nú heldur hann, at vit skuldu brotið upp úr nýggjum, og hann heitir á fólk, sum kenna danska forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, fólkatingsmenninar, Sjúrð Skaale og Magna Arge og Dan Knudsen, ríkisumboðsmann, um at skriva til teirra.