Tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum eru ikki fegnir um makrelkvotuna, sum teirra egni flokkar hava gjørt við Tjóðveldi og Framsókn. Katrin Dahl Jacobsen er tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, men hon er eisini forkvinna í Vinnunevndini hjá Løgtinginum.
Men hóast hon sostatt hevur eina lyklastøðu í samgonguni á hesum øki, slapp hon ikki upp í part, tá ið makrelsemjan varð gjørd.
- Eg havi ikki verið við til at gera nakra semju, sigur hon
Eisini Bjørn Kalsø, sum er tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur somuleiðis eina lyklastøðu í samgonguni á hesum øki, tí hann er framsøgumaður Sambandsfloksins í fiskivinnumálum.
Men hóast hann er framsøgumaður, slapp hann heldur ikki upp í part, tá ið makrelsemjan varð gjørd.
- Eg havi ikki verið við til at gera nakra semju, sigur hann.
Tey staðfestu bæði tvey, at tað vóru floksformenninir í teimum fýra makrel-semjuflokkunum, sum hava gjørt semjuna, saman við nøkrum heilt fáum øðrum politikarunum.
Tey staðfestu eisini, at tey eru ikki nøgd við ávís viðurskifti í semjuni og tey róðu bæði framundir, at tá ið málið kemur í Vinnunevndina til viðgerðar, fara tey at virka fyri, at broytingar verða gjørdar.
Eitt, sum misnøgd er við, er tilfeingisgjaldið.