Alex Riel og Stefan Pasborg taka okkum við sær á eina tónleikaferð gjøgnum teirra felags univers av rútmum og samljóði, fortíð og nútíð, rokki og jassi, nærveru, improvisatión, orku og pulsi - innrammað við ljóðmyndum frá Savage Rose, New Orleans street parades og Igor Stravinsky, sigur Norðurlandahúsið í tíðindaskrivi.
Alex Riel og Annisette spældu í legendariska danska rokkbólkinum Savage Rose, og tískil er tað ein fragd at vit kunnu kunngerða hesa einastandandi samanseting, har Alex Riel og Stefan Pasborg hava bjóðað Annisette og Palle Mikkkelborg á gestavitjan inn í teirra spennandi ”universe”.
Annisettu hevur ikki tørv á nærri kunning, tí hennara rødd og nærvera á palli er legendarisk, eisini í Føroyum . Saman við Savage Rose hevur Annisetta ferðast kring knøttin .
Palle Mikkelborg er heimskendur trompetspælari. Hann hevur vunnið fleiri tónlistavirðislønir m.a. Norðurlendsku tónlistavirðina í 2001 og fekk Ben Webster´s heiðurlønina í 2013. Hann hevur áður vitjað í Føroyum.
“Alex Riel/Stefan Pasborg Universe” er sum sagt ein opin og spælandi heimur, og afturat teimum eru Niclas Knudsen á gittar og Jeppe Tuxen á Hammond orgli.
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 24. Apríl, kl. 19.30