Rigmor Dam fekk onki svar

Eftir tí, Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur greitt løgtinginum frá í dag, hevur samgongan ongar ítøkiligar ætlanir um at hjálpa fólki í fátækadømi

- Har var onki svar

Tað staðfestir Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.

Í løgtinginum í dag spurdi hon Anniku Olsen, varaløgmann um hvørji stig, samgongan ætlar at taka, fyri at lyfta tey, sum liva undir fátækamarkinum, upp um markið.

 

Upprunaliga skuldi løgmaður svara, men hann er burturstaddur í 75 ára føðingardegi hjá drotningini, so Annika Olsen, svaraði spurninginum.

 

Men hon kundi ikki lovað, at nøkur ítøkilig stig verða tikin fyribils. Hon sigur kortini, at ætlanin er at broyta lógina um frípláss til barnaansing, so at tað loysir seg hjá teimum, sum hava frípláss, at arbeiða.

 

Hon sigur annars, at bústaðarpolitikkur er ein langtíðarætlan og hon ásannar, at enn hevur tað ikki eydnast at fáa leikikostnaðin niður á eitt hóskandi støði, sum láglønt hava ráð at rinda.

 

Annars vísir hon á, at skal talan verða um skattalætta til láglønt, verður neyðugt at lækka kommunuskattin eisini, tí tey rinda so lítið í landsskatti.

 

Annars vísir hon eisini á, at tað er upplýst, at eini 1300 børn liva í fátækaváða. Men tey tølini eru frá 2012, áðrenn samgongan hækkaði fleiri veitingar, eitt nú barnastuðulin og barnaískoytið, umframt veitingar til støk við børnum og hægri lestrarstuðul til støk sum lesa. Tí er hon spent eftir at síggja tey nýggjastu tølini.

 

Annars helt hon eisini, at tað er hugstoytt at hoyra andstøðan harmast um tey lágløntu, tí nettupp CHE samgongan lækkaði markið fyri toppskatt úr 270.000 krónur, niður í 250.000 krónur. Og tað var at revsa tey, sum høvdu lág- og miðalinntøkur.

 

Og hon sigur, at uppgávan er so torgreidd, at tað er neyðugt, at landið og kommunur lyfta í felag.

 

Tingfólk úr andstøðuni hildu, at tað var gott gjørt, at einasta ítøkiliga ætlanin, samgongan hevur, er at broyta skipanina við fíggjarligum fríplássi, tí tað er ein skipan, kommunurnar rinda.

 

Annika Olsen sigur, at hetta kostar kommununum 2,7 milliónir krónur, men samstundis er skattainntøkan hjá kommununum hækkað nakað væl meiri enn tað, so tað skuldi ikki tyngt kommunurnar. Tí vónar hon, at kommunurnar taka undir við at broyta skipanina við fíggjarligum fríplássum

 

Gerhard Lognberg, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at tað er løgið at hoyra tey, sum skóru ríkisveitingina, nú standa og gráta um støðuna hjá lágløntum.

 

- Tað eru tey sjálvi, sum hava rykt teppið undan teimum, sigur Gerhard Lognberg.