Gamla niðurlendska fótbóltsstjørnan Frank Rijkaard hevur skrivað undir sáttmála við fótbóltssambandið í Saudiarabia um, at hann skal venja landsliðið har. Uppgáva hansara verður at fáa Saudiarabia til HM-endaspælið í 2014, sum verður í Brasil.
Frank Rijkaard, sum nú er 48 ára gamal, gavst í oktober í fjør sum venjari hjá turkiska felagnum Galatasaray.
Sum virkin fótbóltsspælari var Frank Rijkaard millum stjørnurnar á niðurlendska landsliðnum, sum millum annað vann evropameistaraheitið í 1988. Hann spældi 73 landsdystir. Í 1998 byrjaði hann sum venjari hjá niðurlendska landsliðnum, og seinni hevur hann vant Sparta Rotterdam, Barcelona og Galatasaray.