Ríkisfelagsskapurin gevur okkum persónliga eina rúgvu av møguleikum at virka og mennast, sum vit dagliga ikki geva okkum far um, tí tað er ein sjálvfylgja í okkara hugaheimi.
Nevnast kunnu t.d.:
FRÆLSI
- á øllum økjum at virka og liva, har vit vilja í Ríkinum, undir somu treytum sum danir og grønlendingar
MØGULEIKAR
- at útbúgva okkum umvegis donsku útbúgvingarskipanina, bæði í Danmark og kring allan heimin, við SU í rygginum
- at endurútbúgva okkum innan mong økir, harímillum eisini handverksligar útbúgvingar
- at arbeiða, hvar vit hava hug i Evropa við reyða passinum, um vit búgva í Danmark
TRYGGLEIKI
- stór trygd, at vit i heilsuhøpi hava einastandandi atgongd til donsku heilsuskipanina, servitanina og hjálpina, sum har er og sum mangir 1000 føringar njóta gott av
- stórur tryggleiki, at vit sum partur av Ríkinum verjupolitiskt eru umfatað av donsku verjuavtaluni við NATO, verjusamgonguna
Vit skulu verja og tryggja eitt mennandi samstarv millum okkara lond - tað borgar Sambandsflokkurin á Christiansborg fyri.
Set X við
Johan Dahl
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið