Føroyskir fyritíðarpensjónistar kunnu ikki flyta millum Føroyar og Danmark og samstundis varðveita sína fyritíðarpensjón. Annika Olsen, fyrrverandi landsstýriskvinn í almannamálum, hevur nú spurt verandi landsstýriskvinnu í almannamálum, Eyðgunn Samulsen, um hvussu gongur við arbeiðinum at gera tað møguligt hjá føroyskum fyritíðarpensjónistum at flyta millum Føroyar og Danmark.
Annika Olsen heldur, at tað kann ikki vera rætt, at norðurlendska avtalan skal vera betri enn ríkisfelagsskapurin á hesum øki. Hon vísir á, at føroyingar uttan trupulleikar kunnu flyta til Svøríkis ella Noreg, men um ein flytir til Danmarkar, má ein søkja av nýggjum, tí tað er ikki ein sjálvsagdur rættur at fáa sína fyritíðarpensjón.
Orsøkin, sigur fyrrverandi landsstýriskvinnan, er, at danir hava kollveltandi broytt sína skipan. Meðan tað í Føroyum eru trý stig av fyritíðarpensjón, hava danir nú einans eina, samstundis sum krøvini í Danmark eru herd munandi. Tí er als ikki víst, at føroyingar, sum fáa fyritíðarpensjón í Føroyum, hava rætt til hana, um teir flyta til Danmarkar.
Í august 2014 var fundur millum Naru Sareen, táverandi danska almannamálaráðharran, og Anniku Olsen, sum tá var landsstýriskvinna í almannamálum, har avgjørt var, at beina burtur allar slíkar markaforðingar á sosiala økinum. Ein arbeiðsbólkur varð settur, og hesin skuldi eftir ætlan vera liðugur á heysti 2015.
Tí spyr Annika Olsen, nú tingkvinna fyri Fólkaflokkin, Eyðgunn Samuelsen, hvussu gongur við arbeiðinum.
Spurningurin er ein §52a spurningur. Landsstýriskvinnan skal tí svara skrivliga innan 10 yrkadagar. Spurningurin verður ikki viðgjørdur í tinginum.