Fyri at markera 70 ára stovningardagin, hevur ÍSF sett sær fyri at seta í gongd eitt landsumfevnandi tiltak leygarkvøldið 23. mei 2009. Ætlanin er at allar ítróttarhallir skulu lata dyrnar upp og bjóða ungdómum inn at íðka ítrótt. ÌSF hevur hjálpt til við at seta tiltakið ígongd, men tað eru lokalu feløgini sjálvi sum standa fyri sjálvum tiltakinum. Endmálið er at geva ungdómi møguleika at samlast og røra seg – eisini tey sum ikki longu eru virkin í ítróttarfeløgum. At minna á týdningin at røra seg og at kveikja áhuga fyri ítrótti.