Skattatrýstið í Føroyum er so høgt, at tað er tórført hjá arbeiðsgevarum at fáa fólk til arbeiðis.
Samstundis ræðir tað dugnaligum føroyingum frá at flyta heim aftur
Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag á aðalfundi felagsins í mikuagin.
Felagið sigur, at marginalskatturin er so høgur, at fólk vilja ikki arbeiða meira enn hægst neyðugt, tí skatturin fer avstað við meginpartinum av inntøkuni.
Fyri tey, sum búgva í kommunum har skatturin er hægstur, loysir tað seg minst at átaka sær eyka arbeiði. Tey, sum forvinna millum 250.000 og 400.000 krónur um árið, rinda 60,5 % í skatti av teirri seinastu krónuni, tey forvinna.
Onkustaðni gjalda tey, sum forvinna meira enn 400.000 kr. um árið, 62,5 % í skatti.
Hetta merkir, at tey bert hava 37,50 krónur eftir av hvørjum 100 krónuseðili tey forvinna.
Ein full ársløn hjá einum tímaløntum er einar 240.000 kr um árið. Men verður arbeitt eitt lítið sindur yvir, so at lønin kemur upp um 250.000 krónur um árið, fellur høgi skatturin.
- Tað vil siga, at sjálvt tey lægstløntu gjalda toppskatt.
Ein forðing
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur eisini, at høgi marginalskatturin er við til at halda dugnaligari arbeiðsmegi, íverksetarum og øðrum, frá at búseta seg her á landi.
Felagið heldur, at tað er neyðugt at endurskoða skattaskipanini sum heild.
- Høgi marginalskatturin hevur avleiðingar fyri búskaparvøksturin, eggjar til svart arbeiði og økir um lønartrýstið.
- Og økt lønartrýst setir kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum í vanda, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
Felagið vísir eisini á, at OECD hevur staðfest, at høgur marginalskattur forðar fyri búskaparvøkstri og tað kann felagið bara staðfesta út frá teimum kanningum, tað hevur gjørt her heima.
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at skattaskipanin verður endurskoðað, so at tað loysir seg at arbeiða.
Skattaskipanin skal eggja fólki at arbeiða meira og ikki minni, sum skipanin nú ger.