Ringasta kreppan síðani seinna heimsbardaga

Stjórin í Evropeiska Miðbankanum, Jean-Claude Trichet, sum ber orð fyri at vera sera varin, var óvanliga bersøgin, tá hann í dag segði sína hugsan um kreppuna á altjóða fíggjarmarknaðunum.

-Hetta er tann ringasta kreppan síðani seinna heimsbardaga. Hon kundi verið uppaftur verri, um vit ikki høvdu leiðarar, sum hava tikið týðandi avgerðir, segði Jean-Claude Trichet í samrøðu við franska útvarpið.

Evropeiski Miðbankin fór í gjár undir at keypa italsk og sponsk lánsbrøv fyri at fáa meiri støðug viðurskifti á marknaðunum. Men Jean-Claude Trichet gjørdi í dag greitt, at tað er ikki uppgávan hjá Evropeiska Miðbankanum at bjarga teimum kreppuraktu búskapunum, í Suðurevropa.

-Ta uppgávuna eiga politikararnir, og vit vænta, at stjórnirnar gera sína skyldu, segði ECB-stjórin.