Suðuroyarsiglingin
Tað verður eitt tungt hoyggj at draga at fáa hetta roknistykki at ganga upp.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum hevur fingið eitt ringt pusslispæl at leggja.
Hann hevur fingið ábyrgdina av at byggja eitt nýtt Suðuroyarskip, sum er mett at kosta 305 milliónir krónur.
Men harumframt krevur hetta skipið, at nýggj havn verður bygt í Suðuroy fyri 50-75 milliónir. Oman á alt, hevur Løgtingið eisini samtykt, at Smyril skal sigla á Vág og har er eisini neyðugt at byggja havnina út, men tað skal gerast sum ein partur av aðrari havnaútbygging, alt tað arbeiðið kostar góðar 20 milliónir.
Suðuroyarferjan verður liðug í 2004 og tá skulu havnaviðurskiftini eisini verða komin í rættlag fyri at skipið skal kunna leggja at - og liggja trygt.
Bæði Strandferðslan, Landsverkjfrøðingurin og umsitingin í Vinnumálastýrinum hava mælt til, at havnirnar verða bygdar út, so at tær eru lidnar, samstundis sum skipið er liðugt.
? Tilsamans kostar nýggja suðuroyarskipið og havnaútbyggingarnar einar 360- 380 milliónir, sum allar skulu betalast tey næstu trý, fýra árini, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at í ár hevur Vinnumálastýrið 130 milliónir til taks til útbyggingar og tað verður neyvan meiri tey komandu árini.
?Tískil er greitt, at suðuroyarskipið og havnirnar fara avstað við tí allarmesta av tí, sum vit hava til taks yvirhøvur.
Hann vísir á, at samstundis eru onnur arbeiðið í gerð, sum tað ber illa til at steðga.
Hann heldur tí, at tað er ómøguligt at byggja skipið innanfyri teir íløgukarmar , sum eru lagdir.
Men hann leggur afturat, at fyri honum er ongin ivi um, at nýtt skip skal byggjast.
? Og politisk viljin er at byggja hetta ávísa skipið - og tað verður bygt.
Finna eina loysn
Landsstýrismaðurin sigur, at hann tí hevur skotið upp at gera suðuroyarskipið til eina serliga íløgu og at leggja hana uttanfyri vanliga íløgukarmin.
Hann sigur, at hetta letur seg gera, uttan at tað fær búskaparligar avleiðingar fyri samfelagið.
? Hetta er eitt skip, sum verður bygt uttanlands og tað fer hvør króna uttanlands. Hetta er tí ikki ein íløga, sum fer at hita búskapin, ella at hava nakra sum helst ávirkan á annan hátt.
?Skal hetta skipið takast við íløgukarmin, merkir tað, at alt annað má leggjast stilt í trý, fýra ár og tað ber ikki til, tí tær íløgurnar, vit gera, eru ógvuliga avmarkaðar frammanundan. Skulu vit stara okkum blind upp á íløgukarmin, mugu vit velja antin suðuroyarskipið, ella aðrar útbyggingar, tí bæði fáa vit ikki.
Ein vissur orðadráttur hevur verið í samgonguni um um, hvussu skipið skal fíggjast, men landsstýrismaðurin heldur, at partarnir eru farnir at nærkast hvørjum øðrum.
Enn veit hann ikki, hvør loysnin verður. Men hann sigur, at hann góðtekur ikki, at hann fær eina uppgávu at loysa, uttan at fáa pening at loysa hana fyri. Og hann ivast heldur ikki í, at ein loysn verður funnin.