Rinkusteinar eru altso følilsisleysir, tit!

Hvør dugur enn er í natúrligum fyribrigdum sosum blómum, trøum og hamarum, er vert at staðfesta, at hesi einans eru virðismikil, av tí at tey nøkta tørvin hjá menniskjum

Agga Niclasen
[email protected]

Undir vanligum umstøðum hevði ein og hvør, sum fór í holt við eina kampanju kallað “Eisini trø hava rættindi”, komið undir illgruna fyri at at vera ein lsd-trippandi hippi.
Men tað tykist sum um, at vit ikki liva í vanligum tíðum. Tí Polly Higgins, ein umhvørvisverndaristiskur advokatur, taldist ikki bert millum tey tíggju mest visjoneru fólkini í verðini, sambært The Ecologist, men var í 2008 enntá bjóðað at siga sína hjartans meining í ST.
Tá ið Higgins hin 9. apríl í ár fór undir sítt átak at fáa ‘ecocide’, oyðileggingin av náttúruverðini, viðurkent sum eitt altjóða brotsverk, hildu nakrir viðmerkjarir, at hetta staðfesti hennara framúrskarandi dugnaskap og hásinni.

Meðan handa misantropiska og miseydnaða veðurlagsráðstevnan hjá vigtig-Connie var í Keypmannahavn, hildu nakrir aðrir hitafrikar eina alternativa ráðstevnu, Fólksins veðurlagsráðstevna at navni, ætlað at redda okkum fyri okkum. Har fortaldi henda Higgins-daman teim luttakandi frá, at vit hava tørv á einum paradigmu-skifti. Eini broyting, tá ið tað kemur til hvussu vit takkla hasa ikki-eksisterandi upphitingina av knøttinum.
Hon segði, at vit mugu halda uppat at skoða jørðina verandi ein “ótømandi lutur”, sum kann komodifiserast, av tí at hetta einans er til gagns fyri handil og framleiðslu. Ístaðin eiga vit at síggja gongustjørnuna sum ein livandi vera við egnum virði. Bert tá ið slík hugsan sigrar, kunnu vit veruliga vissa okkum, at menniskjað fer at halda uppat við at eitra umhvørvið og taka ábyrgd av gongustjørnuni.

At siga, at Marx helst vendir sær í grøvini, hevði verið at smikra fyri frøkun Higgins, hvørs New Ageisma treyðugt hvílur í einum haldgóðum ella gjøgnumhugsaðum prinsippi.
Hvør dugur enn er í natúrligum fyribrigdum sosum blómum, trøum og hamarum, er vert at staðfesta, at hesi einans eru virðismikil, av tí at tey nøkta tørvin hjá menniskjum—tað veri seg um hetta hevur við sær at fella trø til timbur, henta blomstur at pynta um, nei, ikki heimin, men heimið, ella klatra sum eitt býtt í bergunum so at “føla seg á lívi”, ella bara njóta útsýnið. Altso, náttúran er til fyri okkum.
Í so máta eiga náttúrufyribrigdi, tilfar og verur funnin í náttúruni at vera brúkt og “misbrúkt” til gagns fyri mannaættina—vit eiga ikki at vera tvingað at verja náttúruna fyri náttúrinnar skuld. Ella, til fyrimunar fyri náttúrina bert tí at nakrir hallusinerandi tofuetarir bara elska onkran láturligan dal gjørdur av móður Gaia á triðja degi.
Men altruistiskar oyðimørkir og oyrar eru ikki til. Og rinkusteinar, í mun til grindahvalir, kunnu ikki føla pínu. Spyr bara oyndfirðingar! Teir kunnu heldur ikki kenna seg neyðtiknan ella baktalaðan. Rinkusteinar eru materiell ting, og tað er púrasta ógjørligt hjá teimum at hava individuell rættindi. (Eg eri sikkur uppá, at trø heimsins ikki leggja nakað í, at eg sigi hetta.)

Man ikki eisini Polly Higgins hoyrir til hasa avgomlu og primitivu kultina av náttúrutilbiðjarum, ið prísa tann mátan, hatta eldfjallið hevur tálmað samtíðarlív. Hvussu annars kanst tú lýsa hálsfevnanina hjá meiningsmyndandi økoklassanum av íslendsku gosøskuni, hvørs fjarleiki til almenningin og fremmandagerð ímóti moderniteti ber prógv um eitt fólk býtt eftir at framkalla sítt egna lív, meðan tey líta á Venus og drakoniskar vanlukkuprofetar.
Øskan hevur kanska sæð til, at fólk í túsundatali strandaðust á flogvøllum, ikki før fyri at koma í føðingardag, brúdleyp, jarðarferð, ástarfund, handilsstevnu ella bert fara í frí. Men sambært hesum smáligu melodramatikarum er tað tó í hesum føri so, at handan skýggini er himmalin bláur: at við at tøma skýggini fyri CO2-fratandi jetflogførum, hava hasir kærkomnu silikatbitlarnir seinkað lívið hjá okkum syndandi materialistum.
Ja, gjørt alt “oh-so-quiet”… til dømis givið okkum møguleikan aftur at hoyra fuglarnar syngja, børnini berjast í bønum, brølini úr Gundadali sum onkur forsagdur bygdamaður skorar fyri HB, ella Oasuni, um tú vilt, soleiðis sum tey skora hvønnannan, og fløskuklirr í bestu flogfarstíð og, yvirhøvur, tvingað menniskjað at detta niður aftur á jørðina sum tann brekaði Ikaros, tað er. “So, takk fyri Ísland, takk fyri at eg nú aftur slapp at hoyra likkuna og hennara forbannaða kli kli kli”.
Vissuliga, fyri Polly Higgins og kompaní hevur gosøskan úr Eyjafjallajøkli verið ein áminning um hvussu framúrskarandi øtilig, náttúran er sett upp ímóti hasi arrogantu-men-faktiskt-patetisku mannaættini. Ein plága, sum má kontrollerast.
“Hata Ísland? Á nei, teirra eldfjall minnir okkum á, og tað í tøkum tíma, at náttúran er bossurin, The Main Man”, heldur Polly.

“Eisini trø hava rættindi”-fólkini greiða sannførandi frá, at natúrligt hald og friðing ikki bert er gott fyri Móðir Jørð, men eisini okkum, “og tí burdu vit verið við uppá at stoppa dálking og tryggja rættin hjá náttúruni til burðardygt rættvísi”, sum heimasíðan hjá kampanjuni orðar seg (tú sært alt fyri eitt, at setningurin er advokat-skrivaður).
Men, satt at siga, Higgins og hennara alheimshitaðu grønistar, ið krevja ein enda á ‘ecocide’, upphevja tørvin og rættin hjá náttúruni yvir tørvin og rættin hjá menniskjum. Fyri tey er primera málið hjá mannaættini at góðtaka og kenna ábyrgd sína mótvegis gongustjørnuni. At lata vistskipanir og lívfrøðiligt margfeldni fáa frið og, har menniskjað hevur verið við í náttúrubroytingum, at seta hana í stand soleiðis sum hon sá út fyrr—nær tað so einaferð var.

Saman við slíkum serskøltum verður tú skjótt greiður yvir, at sovorðið sum sosialur framburður, og annars bara persónligur framtakshugur, verður umskipað og flokkað sum “dálking”.
“Fokk materiella vælveru, ein hægri miðallivialdur, meiri frítíð og møguleikan at fylgja tínum dreymum, og inn við bulgarskum blokkfloytuspæli, úrslitaleysum vindmyllum, kliniskari elendigheit fyri øll og ótolandi forstáilsi fyri teimum, ið ikki megna dagsins ljós við nútímans hedonistisku góðbitum”, ljóðar vitleysa kravboðið frá hesum originalum.
Menniskjans uppílegging í náttúruna verður fatað sum onki minni enn etsandi og hubristisk náttúrumorð eins andstyggiligt sum Stalinsa samskipaða og státs-sanktioneraða týning av ósekum menniskjum, ung sum gomul.
Ókey, Higgins hevur bert ein lutfalsliga lítlan heila, og afturat sær ein so lítlan fylgdarskara, at sjálvt Roman Polanski hevði verið illa við. Men hennara ætlan at yvirtala ST at viðurkenna ‘ecocide’ sum hin fimta friðarbrotsgerðin, ið kann roynast við Altjóða Brotsmannadómstólin, harmonerar við grøna ólukkuhugsan. Fylgdarskarin, bert vaksin, Polanski, tíverri, tvíhalda um, at ein nýggj ‘ecocide’-lóg eisini kann brúkast ímóti teimum, ið ikki trúgva uppá alheimsupphiting og, opinberiliga, fylgjandi broytingum í veðurlagnum.

Naturalistiskir planetflipparir mana jú í heilum fram myndatalu frá Holokaust—á ein hátt at strika undir, at veðurlagsbroytingar er ein simplistisk moralsk søk, og annars at læsa kjakið hesum viðvíkjandi. Vit vita øll, at Holokaust hendi, vit vita øll, at tað var skeivt, vit vita øll, hvør bartrogini og offrini vóru. Og vit vita eisini, at har enn eru nøkur trongskygd tvørball, ið ivast um tess sannleika.
So, být jødarnar um við flora og fauna, nasistarnar um við Big Business, og rasistiskar revisionistar um við “veðurlagsbroytingar-sýtarar” og, voila, tú hevur eina liðugtseymaða moralska anekdotu, ið sigur, hvussu altavgerandi tað er at takkla veðurlagsbroytingar í stundini, og hvussu skakandi og skammleyst tað er at seta spurning við motivini hjá umhvørvisverndarsektini.
Bara hugskotið, at seta spurning við tann mest ivasama og propaganda-plágaða retorikkin nakrantíð framleiddan, er nú so langt úti, halda líkbleiku umhvørvisfólkini, at tú burdi biðið um hjálp. Tey ordiliga grønu steðga ikki so, men mæla til ein revsirætt a la Nürnberg fyri okkum, fríteinkjandi heidningar. Við hesum royna tey at javnseta nasistanna hópmorð av jødum undir 2. heimsbardaga við træfelling og oyðimarkarmyndan. Hetta er skilvísa avleiðingin av at seta natúruna, ikki bert líka við, men hægri enn mannaættina.

Higginsa kampanja fær meg at hugsa um eina plakat frá eini mótmælisgongu um veðurlagsbroytingar nøkur ár síðani, ið ljóðaði “Trø neyðtaka ikki”. Boðskapurin er greiður: náttúran er rein, ósek og hjálparleys, meðan menniskjað er ekult, skaðasamt og útnyttandi. Tað er, at um tú ikki longu er eitt die-hard umhvørvisfólk, tá blív tað, ella!
Umframt at háundra gosfjøll og havstreymar og óbrúkilig djórasløg, eru hasi fólkini faktiskt nokkso líka. Fjákutir, einfaldir, treytaleysir og hysteriskir planetbedýrarir, sum stinga peikifingrarnar í oyruni og skrála “La La La” so hart teir orka, heldur enn at lurta at tí, teir ikki vilja hoyra—í tí føri, hetta er okkurt, teir ikki klára at hoyra.

Nei, ístaðin fyri at lifra fyri sjálvpískandi og træklemmandi apukattum, eiga vit nú heldur at teppa náttúrudyrkanina og tveita okkurt seriøst bensin á hatta veðurlagsbroytingarkjakið og eina hávirðing av einum eldogsi, ið apsalutt einki hevur við sjálvt eldgosið at gera, men alt at gera við hvussu resulterandi øskan kann ávirka samtíðarlív.
Í øllum lívsins tættum, frá státsligari uppíblanding í barnauppaling til at fortelja trøllvaksnum fólki, hvat tey skulu eta, hvat tey ikki skulu drekka og hvussu langt tey skulu renna, er endamálið effinett tað sama: at kontrollera og broyta mátan, vit eru uppá.
Tann grøni fólkaherurin kamuflerar hetta trølsliga lyndi í lívd av átrokandi tørvinum at bjarga verðini undan armageddon. Men við einstaklingum sum Polly Higgins, ið trúliga halda, at tað einasta, ið er galið við verðini, er handa forpulaða mannaættin, má miljónaspurningurin væl vera, hvønn hon tá ætlar at reservera verðina til.