Risa stig framá

Danska lógin um løggilding av sálarfrøðingum er nú eisini galdandi í Føroyum. Føroyskir sálarfrøðingar fegnast.

Danska lógin um autorisatión av 
sálarfrøðingum er samtykt á Føroya Løgtingi.

 

Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar fegnast, og metir hetta hava stóran týdning,  og í tíðindaskrivi frá felagnum  verður sagt soleiðis:

 

 

Danska lógin um løggilding (autorisatíon) av sálarfrøðingum er nú eisini galdandi í Føroyum (an-ordning nr. 1083 af 08.10.2014). Tað er nú lógarásett hvør kann brúka heitið sálarfrøðingur (psykologur), eisini hvør kann løggildast sum sálarfrøðingur, og hvørjar treytir fylgja við tí. Hetta merkir fyrst og fremst, at viðskiftafólk hjá sálarfrøðingi hava lógartrygd fyri tænastuna, tey hava biðið um. Og eisini rætt til at kæra um sálarfrøðiliga veitingin ikki er í trá við lógina ella er til ampa fyri brúkaran.


Hvør kann kalla seg sálarfrøðing (psykolog) og virka sum ein tílíkur?

Rættin at brúka heitið sálarfrøðingur hevur bert tann, sum í Føroyum ella Danmark hevur kandidat-útbúgving frá universiteti ella hægri lærustovni í sálarfrøði ella útbúgving, ið er javnt sett við hana. Hesin rættur hevur við sær, at tann, ið virkar sum sálarfrøðingur, er umfataður av lóggávu, ið m.a. hevur við tagnarskyldu at gera. Tað sálarfrøðingur fær kunnleika um er sostatt í trúnaði. Hinvegin er eisini við lóg ásett, at sálarfrøðingurin hevur víðkaða upplýsingarskyldu t.d. tá talan er um børn, ið eru í vanda fyri at vera fyri umsorganarsvikin.


Hvat merkir tað at vera løggildur (autoriseraður) sálarfrøðingur?

Rætturin at fáa løggilding sum sálarfrøðingur hevur tann, sum í Føroyum ella Danmark hevur kandidatútbúving í sálarfrøði, sálarfrøðiliga-pedagogiska kandidatútbúgving ella prógv, ið kann javnmetast við hesar útbúgvingar. Og fyri tað næsta hevur fullført praktiska eftirútbúgving, ásett og eftirmett av Psykolognævnet, ið varar í tvey ár. Útbúgvingar ið kunnu javnmetast merkir, at lesandi í londum uttanfyri Danmark, ið hava lokið útbúgving svarandi til kandidatútbúgving í sálarfrøði, kunnu søkja Dansk Psykolognævn um at teirra útbúgving verður javnsett við hana í Danmark. Løggildingin er umfatað av lóggávu við endamálinum at tryggja dygd í sálarfrøðiliga arbeiðinum og tryggleika fyri brúkaran, soleiðs at sálarfrøðinguin hevur tær kvalifikatiónir, ið ein tílíkur eigur at hava smb. lógarásetingum. Hevur sálarfrøðingurin ikki tað, ella er vannskettin í arbeiðinum, ber til at kæra. Og sálarfrøðingurin kann missa løggildingina um hann ella hon ikki røkir sítt arbeiði smb. lógini. At vera løggildigur merkir eisini at lúka part av teimum krøvum, ið sett vera, til at virka sum sálarfrøðingur eftir avtalu við heilsutrygd.


Hvønn týdning hevur løggilding?

Tað er umráðandi at staðfesta í lóg, hvør kann brúka heitið sálarfrøðingur, tí sum støðan hevur verið, hevur so at siga hvør Hanus og Janus kunna ført seg fram sum sálarfrøðing, og veita sálarfrøðiliga tænastu á hesum grundarlagi. Tað ber ikki til longur. Í dag er marknaðurin, bæði her heima og uttanum okkum, merktur av ørgrynnu av ymiskum tilboðum um viðgerð av sálarligum trupulleikum ella skeiðum um sjálvsmenning. Fyri tann, ið leitar sær hjálp at loysa sálarligar trupulleikar, kann tað vera trupult at meta um, hvat er frægast at velja. Hvat virkar í mínum føri? Hvørja trygd havi eg fyri, at tann eg fari til hevur neyðuga førleikan? Spurningurin, hvat virkar í mínum føri, er ikki einfaldur at svara, og ein løggilding gevur ikki heldur endaliga svarið. Men hon borgar fyri, at tann, ið bjóðar seg fram sum sálarfrøðing, hevur eina útbúgving, ið lýkur nøkur lógarásett faklig krøv, ið verða endurskoðaði við millumbilum. Og er brúkarin av sálarfrøðiligu tænastuni ónøgdur við hana, ber til at klaga og fáa viðhald í sínari klagu. Hetta er trygd bæði fyri sálarfrøðing og brúkara. Fyri almennu myndugleikarnar ger lógarásetingin um, hvør kann brúka heitið sálarfrøðingur og hvat tað at vera løggildur sálarfrøðingur merkir, at til ber at góðskutryggja almennu tænasturnar, ið hava við sálarfrøðiligar veitingar at gera.


Fyri okkum sum sálarfrøðingar er talan um eitt risastig framá í arbeiðinum at fáa viðurkennng og virðing fyri okkara faki bæði í heimligum og altjóða høpi. Við hesari lóggávu ber til í enn størri mun at gera vart við og verja væl grundaða sálarfrøðiliga gransking og vitan. Og at verða tikin í tí álvara, ið okkara fak og virkið sum sálarfrøðingur ikki bert krevur, men eisini hevur rættin til at krevja, skrivar felagið Føroyskir Sálarfrøðingar í tíðindaskrivi.