Tað er ógvuliga sjáldan, at eitt so stórt skeljadýr endar á diskinum í einum matvøruhandli ella á einum marknaði.
Men danski sølumaðurin, Henrik Marker, fekk í gjár eina spennandi uppringing frá einum minni fiskaútflytara, sum hann plagar at keypa frá.
- Eg havi júst fingið ein sjey pund tungan hummara. Vilt tú hava hann, spurdi fiskaútflytarin, sum sjálvur hevði veitt hummaran úti fyri Bønnerup Strand.
Ein hummari vigar vanliga umleið 600 gramm, so Henrik Marker var ógvuliga áhugaður.
Burtur úr einum hummara á sjey pund, fæst umleið fýra pund av hummarakjøti.
- Tí, verður hummarin helst seldur fyri umleið 1200 krónur, sigur Henrik Marker, sum annars metir, at risahummarin er eini 25-30 ára gamal.