Risastórt oljufund við markið

Kann fáa stóran týdning fyri áhugan fyri 2. útbjóðing á okkara landgrunni

Oljuleiting



Eitt oljusamtak við feløgunum ChevronTexaco, Statoil, Dong og OMV hevur eftir øllum at døma gjørt eitt risastórt oljufund beint við føroyska markið. Talan er um brunnin Lochnagar/Rosebank, sum varð boraður í summar við einum av heimsins størstu og mest framkomnu boriskipum, West Navigator ? ein gamal kenningur frá boring á okkara landgrunni. Tíðindini, sum áður hava verið leysatíðindini í Sosialinum, men sum nú verða staðfest í altjóða oljublaðnum Uppstream, hava longu vakt miklan ans í altjóða oljuverðini. Upstream skriva, at fundin fer aftur at seta alt Atlantsmótið á heimskortið. Nú má roknast við, at altjóða oljuídnaðurin av álvara fer at skunda undir kanningar og boring í økinum millum Hetland og Føroyar.

Talan er helst um fyrsta stóra lønandi fundið á Atlantsmótinum síðani fyrst í 90-unum. At hetta kemur beint í kjalarvørrinum á tí 22. Útbjóðingini á bretska landgrunninum og nú beint undan tí føroysku 2. útbjóðngini kann neyvan heldur verða betri "timað". Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á oljufyrisitingini fegnast um tíðindini um, at eitt fund er gjørt so tætt upp at okkara markið, nú freistin at søkja um leiti- og kanningarloyvi á okkara langrunni ikki er úti fyrr enn um góðan hálvan annað mánað.

Brunnurin er á 1115 metra dýpið og bert einar 7 fjórðingar frá markinum. Sambart Upstream er tað ov tíðliga enn at siga við vissu, hvussu stórt fundið er, men tøl sum 530 milliónir tunnur av olju verða nevnd. Blaðið skrivar eisini, at fundið "could open a new play fairway stradling the UK and Faroes Islands median line", tvs. at tað kann lata upp fyri eini tíð, har fund kunnu verða gjørt tvørtur um markið.

Ein kelda sigur við blaðið, at keldan minnir ikki sørt um tað risastóra oljufeltið Clair longur syðri. Men henda oljan skal vera av nógv betri slag. Sum skilt, so ætlar ChevronTexaco, sum er fyristøðufelag at bora ein avmarkingarbrunn longu næsta ár. Blaðið skrivar annars, at tað fara helst ikki at koma teir nógvu upplýsingar út um fundin, fyrr enn eftir 17. november, tá føroyska útbjóðingin letur aftur. Feløgini, sum hava gjørt hetta fundið, vilja nevniliga ikki lata øðrum kappingarneytum fleiri upplýsingar, tí tey ætla helst sjálvur at søkja um teigar á føroysku megin markið, sum liggja uppat hesum fundinum. Víðari verður upplýst, at líknandi fortreytir, sum tær í hesum nýggjasta fundinum, eru eisini í teigunum rundan um og hava feløgini í hesum sama samtakinum fingið tillutað lisensir í grannalagnum frá bretsku myndugleikunum. Nú kann so hugsast, at tey fara eisini at leggja boð inn til føroyskar myndugleikar at fáa lisensirnar, sum liggja beint hinumegin markið.

Sosialurin hevur annars skilt, at eitt fund, sum er gjørt nakað sunnan fyri henda seinasta brunnin, møguliga er lønandi. Talan er um Cambo/Lindisfarne brunnin, har Ameiada Hess er fyristøðufelag. Tað hevur ljóðað, at talan er um eitt stórt fund eisini.

Annars má sigast, at Statoil og Dong veruliga hava skotið "papageykin" í hesum seinasta fundinum, sum nú hevur fingið eigaranar av heimsins mest lisna oljublað, at rudda forsíðuna. Tað eydnaðist nevniliga feløgunum at keypa partar frá ChevronTexaco, áðrenn farið varð at bora í summar. Rúni Hansen, stjóri hjá Statoil í Føroyum og oddamaður fyri altjóða leiting hjá Statoil, sigur við Sosialin, at hann hevur onga viðmerking til tíðindini í Uppstream. Hinvegin má sigast, at er veruliga talan um eitt stórt fund, so eigur føroyski Statoilstjórin helst sín leiklut í tí, tí tað var hann, sum stórð fyri samráðingunum hjá Statoil at keypa upp 30% av loyvinum.

Tað er eisini áhugavert at síggja, at tað nettupp eru tvey feløg sum Statoil og Dong, sum eru við í loyvinum, tí hetta eru feløg, sum hava víst stóran áhuga fyri at víðka um sítt virksemi við Føroyar. Nú kann eisini so bara gita, at hetta seinasta fundið við markið, fer at gera tey uppaftur meira virkin og møguliga fáa tað risastóra oljufelagið ChevronTexaco við inn á føroyaøkið. Tað vita vit tann 17. november.