Ritan besti avloysari

Tað finst einki betur egnað skip enn Ritan at avloysa Másan í siglingini til Fugloyar og Svínoyar. Tað heldur Jógvan Páll Poulsen, sum í áravís hevur verið skipari á Másanum

Útoyggjasigling

 

31. august gekk siglingarloyvi hjá 50 ára gamla strandfaraskipinum, Másanum út.

Síðan tá hevur Súlan røkt siglingina til Fugloyar og Svínoyar.

Men Súlan er als ikki egnað til ta siglingina, heldur Jógvan Páll Poulsen, sum í nógv ár hevur ført Másan í tí siglingini. Nú er hann í farloyvisstarvi við Smyrli, men tað gongur út 1. februar, og tá fer Jógvan Páll Poulsen væntandi aftur í Norðoyggjar at sigla.

 

Súlan óegnað

- Súlan er als ikki egnað at sigla við ferðafólki, tí hon er so ófriðarlig í sjónum. Salongin er frammi í gron, og tað er ikki gott, tá ið siglast skal um Arlantshavið, um íður og streymtangar. Súlan er so órólig, at sjálvt grovastu útróðrarmenn fáa sjóverk, sigur Jógvan Páll Poulsen.

Hann hevur skilst, at politiskur meirluti er fyri at seta Rituna í útoyggjasiglingina í Norðoyggjum, og tað finst neyvan betri loysn, heldur hann.

Men tað krevur eitt sindur av fyrireikingum, áðrenn Ritan kann fara í Norðoyggjar at sigla. Strandferðslan má hava játtan til neyðugar umvælingar á Ternuni, og nakað má eisini gerast við Rituna, fyri at hon kann sigla til Fugloyar og Svínoyar, tí tað er næstan ongantíð, at landgongd kann brúkast.

Jógvan Páll Poulsen fekk høvi at royna Rituna í apríl, og tær royndirnar sannførdu hann um, at Ritan er væl egnað til ta siglingina. Hann hevur í fleiri ár biðið um at slreppa at royna Rituna í Norðoyggjum, men nógv vóru ímóti tí, ikki minst fugloyingar og svínoyar. Nú útoyggjafólkini hava roynt Rituna, dámar teimum hana sera væl.