Herfyri kom kappingar komissiónin hjá ES til tað niðurstøðu, at Apple skyldaði írska statinum fleiri milliardir í skatti.
Apple hevur evropiska høvuðsstøð í Írlandi, har skattatreytirnar síggja út at verða sera lagaligar. Av eini sølu hjá Apple International á 16 milliardir evrur, er bert 10 milliónir evrur skattaðar í Írlandi. Tað er nógv lægri enn tey 12.5%, sum annars er skattur hjá vinnufyritøkum.
Margrethe Vestager, kappingarkomisserur hjá ES, hevur sagt, at Apple nú skal rinda skattin afturvirkandi til írska kassan.
Apple stjórin, Tim Cook, vil ikki góðtaka niðurstøðuna, ið hann skýrir at verða politiskt fjas.
Stjórnin í Írlandi góðtekur heldur ikki niðurstøðuna. Forsætismálaráðharrin í Írlandi, Enda Kenny, sigur at Írland fer at taka peningin frá Apple inn, men at hann verður liggjandi inntil ein endaligur dómur er sagdur. Írland ætlar at appelera niðurstøðuna.
Enda Kenny sigur, at hóast ES ikki er samt við írska mátanum at heinta skatt inn, so merkir tað ikki, at nakað er gjørt skeivt.
Andstøðuflokkar í Írlandi taka eisini undir við stjórnini í hesum máli.
Les eisini: Apple skal møguliga rinda milliardir
Les eisini: Apple málið fyri í írsku stjórnini