Írland: Ophelia kravt eitt mannalív

Ein persónur er deyður í Írlandi, eftir at ódnarveðrið Ophelia hevur rakt landið.


- Ein kvinna doyði í útsynningspartinum av Waterford-økinum í Írlandi, tá eitt træ rakti hennara bil undir ódnarveðrinum, upplýsir ein lokalur embætismaður fyri útvarpsrásina RTE.


RTE upplýsir, at tann deyða kvinna ikki var einsamøll í bilinum.


Ophelia hevur flutt seg framvið sponsku strondina norð móti Írland. Í minsta 31 fólk eru deyð av skógareldi í Spania og Portugal, ið er vorðið verri av sterku hvirlunum frá ódnarveðrinum.


Um middagsleitið í dag mettu portugisiskir myndugleikar, at skógareldurin hevði kravt 27 mannalív.


Skógareldurin kyknaði sunnudagin og herjar í løtuni mið- og Norðurportugal.


Í grannalandinum Spania verður upplýst, at fýra fólk hava latið lív.


/ritzau/Reuters