Árligi døgurðin í donsku kirkjuni í London

Faroe Island Solidarity committee - FISC - hevði leygarkvøldið 21. november árliga døgurða sín í hølunum hjá donsku kirkjuni í Regent?s Park í London. Á samkomuni vóru gott og væl 70 fólk við ymiskum tilknýti til Føroyar

Leygarkvøldið 21. Nov. helt Faroe Island Solidarity committee - fisc - árliga døgurða sín í hølunum hjá donsku kirkjuni í Regent´s Park í London. Samankomin vóru gott og væl 70 fólk við ymiskum tilknýti til Føroyar. Heiðursgestir vóru Sofus Poulsen og rithøvundurin og blaðmaðurin Vitali Vitaliev, ið er føroyavinur burturav. Parlamentslimurin hjá teimum konservativu hevði boða frá luttøku, men tíverri hevði hann úr at gera í valdømi sínum og fekk tí ikki luttikið.

Frá kl. 19.00 vóru fólk boðin vælkomin við durðasnapsi og kl. 19.50 tá øll vóru komin, var farið til syngjandi til borðs. Borðreitt varð við fiskaborði. Rávøruna hevði Faroe Seafood latið, og varð hendan tilgjørd eftir ávísingum av Dánjal Petur Mariusarson. Afturvið leskaðu veitslugestirnir sær við frálíkum øli og sodavatni, ið Føroya Bjór hevði sent til London. Heini Ziska Dahl, ið arbeiðir fyri Donsku sjómanskirkjuna í Hull stóð fyri klaver undirspælinum til vælkendar veitslusangir, ið Marjun Nedlestone Joensen hevði latið prenta. Ikki kann sigast annað enn at rættur føroyskur veitsluhýrur var á fólki, og sermerkti hetta eisini kvøldið.

Tá fólk so smátt vóru liðug at eta tók Louis Wilson orðið og takkaði gestunum fyri frálíku undirtøkuna veitslan hevði fingið. Eisini greiddi hann frá arbeiði FISC?s, og takkaði Faroe Seafood og Føroya Bjór fyri stuðulin. Síðan varð orðið latið til Hildugerð Guttesen Backhurst, ið hevði staðið fyri innsavning til gávu í samband við 50 ára dag Sofus Poulsens sum ótroyttiligur føroyskur umboðsmaður føroyinga í Bretlandi. Sofus takkaði hereftir fyri heiðurin, eins og hann í røðu síni greiddi frá skemtiligum og minni hugaligum hendingum í arbeiði sínum farnu 50 árini.

Hereftir var borðreitt við nýliga heystaðum kaffi, ið kona Louis, Connie, ið er ættað úr Zimbabwe, júst hevði tikið heimaftur við sær haðani. Umframt cognac og likør, vóru eisini serføroyskar Quality Street karamellur bornar fram, og gekk prátið lívliga manna millum. Onnur bóru fram røður, og so hvørt sum fólk settu kósina heimaftur, vóru tað mest tey ungu, ið hugnaðu sær fram til kl. 02.00, tá farið var heim, ella víðari.

Nevnast kann, at Vitali Vitaliev, ið er sera hugtikin av Føroyum, var skakaður av drápinum í St. Petersburg av góða vini sínum Galinu.

Tó segði hann seinni, at serligi føroyski hugnin hann kendi vera til staðar hetta kvøldið, hevði ávirkað hann, og at hann var glaður fyri, at hann var tilstaðar.