Árni Mørk Hjelm 70 ár

Týsdagin 31. august fyllir abbi okkara 70 ár. Vit seks abbabørn vilja við hesum fátæku orðum takka allarbesta abbanum í allari verðini fyri alt hann er fyri okkum.

Góði abbi,

Frá fyrsta degi vit vóru fødd, hevur tú verið her hjá okkum. Helvtin av okkum eru fødd uttan fyri 200 fjórðingar, men so skjótt vit sóu dagsins ljós fyrstu ferð, komu tú og omman at vitja. Og tú hevur borið okkum øll í tímar og aftur tímar – sungið fyri okkum og troystað okkum tá eitthvørt hevur verið áfatt – og nógvar eru blæðurnar, sum tú hevur skift. Tá vit blivu eitt sindur størri – og kundu stetla sjálvi – tókst tú okkum við til títt stóra frítíðarítriv – út á trøðna har seyðurin gekk. Har hevur tú lært okkum at verða góð við djór, tí eingin hevur røkt sín seyð so væl sum tú – tað er vektin, tá skurðurin er fyri, eitt gott prógv um. Og tá so kjøtið er blivið turt, so hevur tú skorið okkum óteljandi breyðflísar við skerpikjøti.


Eisini hava vit fingið mangan góðan fiskin frá tær – abbi. Minnist tú hinaferð vit settu gørn úti við Neskai? Vit lántu ein bát, so fekst tú lært okkum at rógva, at seta og draga gørn og at kryvja og hagreiða fongin – og omman hon gjørdi frikadellir burturúr fonginum og pannukøkur omaná!


Nú tað eru nøkur ár síðani tú fór av arbeiðsmarknaðinum, hava vit havt enn størri gleði av tær, tí tíð hevur tú í ríkiligt mát til tíni abbabørn. Hugsað bara um allar tímarnar í mølini úti á Nesi - har vit hava fanga óteljandi krabbar - hevur ta tikið ein tíma til vit vóru liðug, so hevði tú ein tíma til okkum, tók tað tveir tímar, ja so hevði tú tú tveir tímar til okkum. Líka so fegin tú fert út í Nes-møl við teimum teimum yngru, líka fegin fert tú við teimum eldru abbabørnunum í hagan – eitt nú vóru vit síðsta summar uppi á Borgarknappi.


Skulu vit koyrast, ja so koyrir tú, ja sjálvt at hoppa í trampolin gert tú saman við okkum!

Nú eru tey flestu av okkum ov stór at blíva bókstavliga borin, men framvegis eru vit sum borin á lógvum av tær, tí alt ta tú hevur lagt í okkum, gloyma vit aldrin.


Við hesum heilt fáu orðum, vilja vit abbabørnini ynskja tær hjartaliga tillukku og vóna at vit fáa eins stóra gleði av tær framyvir, sum vit hava havt og ynskja tær mong góð ár afturat

Ongin abbi er sum tú!


Ynskja

Dávid, Rósa, Jón Arni, Dánjal Rói, Áron & Andrias