Ørnin vann ÚF steypið

Eingin ivi var um, hvør kappróðrarbátur var tann besti í hesum róðrarárinum

kappróður

Eingin ivi var um, hvør kappróðrarbátur var tann besti í 2006. Tað var Ørnin úr Sandavági við kvinnumanning.
Ørnin vann seks róðrar, og í einum róðri  á Jóansøku í Vági  var Ørnin nummar tvey. So góð úrslit rakk eingin onnur manning. Tí var tað lætt at gera niðurstøðuna um, hvør skuldi vinna Útvarpssteypið, sum Bjarni Djurholm, varaløgmaður, handaði eftir kappróðurin ólavsøkuaftan.
Næstbestu bátarnir í hesum róðrarárinum vóru 8-mannafarið Knørrur og 6-mannafarið Sølmundur við monnum.