Robbie Williams er enn eina ferð farin úr kenda bretska bólkinum, Take That. Tað váttar Take That-sangarin og sangskrivarin, Gary Barlow.
- Robbie er byrjaður at gera eina nýggja fløgu sjálvur. Alt er, sum tað var fyrr.
Gary Barlow sigur tó, at Robbie Williams altíð er vælkomin aftur í bólkin.
- Hann er bróðir okkara. Um hann seinni fær hug til at spæla aftur við okkum, er hann vælkomin.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Robbie Williams fer úr Take That. Í 1995 fór hann eisini úr bólkinum, fyri at vera einsamallur yrkissangari. Men í ár kom hann aftur í bólkin, tá teir fóru á turné. Hetta var tó tað seinasta, ið hann var við til.
Neli Heldarskarð, praktikantur