Robert Duvall er deyður

Sjónleikarin Robert Duvall er deyður, vita útlendskir miðlar at siga í kvøld.

 

Kendur var hann millum annað fyri leilut sín í Godfather filmunum.

 

Yrkisleiðin byrjaði av álvara við leiklutinum  sum Boo Radley í filminum To Kill a Mockingbird frá 1962.

 

Síðani komu mangir leikluir í ymsum filmum, og Duvall vann ein Oscar fyri filmin Tender Mercies, og hann varð fleiri ferðir í uppskoti til hesa heiðursløn.

 

Robert Duvall gjørdist 95 ára gamal.