- Eg eri ikki og havi ongantíð verið tætt við at doyggja. Eg njóti hvørt sekund av mínum lívi. Soleiðis segði Robin Gibb fyri bara tveimum mánaðum síðani. Sunnudagin doyði tann 62 ára gamli Robin Gibb.
Longu tá ið Maurice Gibb beiggi Robin doyði í 2003, gekk slaturin um, at ein ræðulig lagna lá fyri framman hjá Gibb familjuni.
Men eftir at Robin Gibb í tvey ár hevði barst ímóti krabbameini, trúði 62 ára gamli Robin Gibb, at tað gekk framá við heilsuni, og at hann fór at liva í mong ár aftrat.
Robin Gibb hevur fyri stuttum sagt við The Sun, at hann heldur tað er ein prísur at gjalda fyri teirra eydnu við Bee Gees.
- Kanska er krabbameini ein persónligur kostnaður eg má gjalda, segði hann við The Sun.
Hendan samrøðan varð gjørd í mars mánaði, og tá gekk av álvara framá hjá poppstjørnuni. Men í mai misti hann røddina, og síðani hevur bara gingið niður at bakka. Og sunnudagin misti hann so lívið einans 62 ára gamla.
Sostatt er bert ein av fýra Gibb beiggjum eftir.
Andy Gibb, sum ikki var partur av Bee Gees, doyði bert 30 ára gamal í 1988. Maurice doyði í 2003, og nú situr stóri beiggin Barry Gibb einsamallur eftir.
Bee Gees hava selt yvir 200 milliónir fløgur, og løg sum How deep is your love, You win again, How can you mend a broken heart og Tragedy fara altíð at standa sum varðar eftir í heimsins tónleikasøgu.