Robinson

Grindaknívurin skuldi við

Robinson-ekspeditionen, sum TV3 sendi seinasta hesyt, varð ein rimmar-succes. Fólk í øllum aldri fylgdu í fleiri vikur við, hvussu Biker-Jens, Gamle-Ole, Gitte og onnur kláraðu seg undir royndunum at gerast ársins Robinson.

Sum kunnugt endaði alt við at tær klóku snýttu teir minnu klóku, og gjørdist Girl-power at enda avgerandi fyri, hvørjir teir seinastu luttakararnir vórðu. Grundað á stóru undirtøkuna seinast, gjørdi TV3 tí av gera eina nýggja røð av sendingum, sum verða sendar nú í 1999.

Tær báðar fyrstu sendingarnar eru longu farnar framvið, og fyrstu luttakararnir eru longu sendir heim. Eftir øllum at døma eru sendingarnar í ár minst líka væl umtóktar, sum tær vóru seinasta ár. Á TV3 vita tey at siga, at uml. 720.000 hyggjarar vóru til fyrstu sendingina, og er hetta 56% fleiri enn seinasta ár.

Áðrenn hesar upptøkurnar kundu fara fram, varð tó neyðugt at gera eitt stórt arbeiði, fyri at finna fram til, hvørji 16 skuldu vera við í sendingunum. Eitt stað ímillum ellivu- og tólvtúsund umsóknir vóru, um at koma við til upptøkurnar, og eftir at hava nærlisið allar hesar, høvdu producararnir valt út uml. 450 fólk, sum síðani vórðu ringd upp, soleiðis at høvi varð til at heilsa eitt sindur nærri upp á tey.

Síðani vórðu hesi 450 skorin niður í 250, sum vórðu boðin til at koma til samrøðu við fólkini aftanfyri sendingina. Eftir at tey á henda hátt høvdu givið eina betri mynd av sær sjálvum, vórðu 40-50 teirra, vald út at koma til endaligu royndirnar.

Fyrst var talan um fysiskar royndir, har tey bæði súkklaðu og svumu, umframt at verða kannað av lækna, áðrenn 20 teirra sluppu at tosa við sálarfrøðing. Av hesum 20 fingu 16 so boð um at koma við til upptøkurnar, ímeðan hini 4 skuldu verða stand-by, um tað skuldi borist frá hjá onkrum av hinum.


Millum tey 250

Ímillum tey mongu, sum royndu at sleppa við til upptøkurnar, sum vit nú síggja úrslitið av, vóru í hvussu so er tveir føroyingar. Yngd hevur hitt Jákup Sverra Kass, løgtingsmann í farloyvi, og Sóleyð Ísaksdóttir Jacobsen, sum í løtuni lesur til pedagog. Bæði vóru tey ímillum tey 250, sum vórðu biðin um at koma til samrøðu. Við tað at tey sjálvu skuldu rinda ferðina til Danmarkar í hesum sambanndi, gjørdu bæði tvey tó av, at gera ein videofilm, har tey greiddu frá um seg sjálvan. Sóleyð hoyrdi so ikki aftur frá teimum eftir hetta, ímeðan Jákup Sverri hinvegin var so heppin at sleppa at royna seg víðari, og tá allar royndirnar vóru lidnar, var hann millum teirra, sum komu at standa á bíðilista.

Sóleyð, sum er 25 ár, sigur at hon sendi sína umsókn inn, tí hon helt hetta ljóða sera spennandi. Hon hevur altíð havt hug til at royna okkurt nýtt, og frammanundan hevur hon m.a. verið ein 3 mánaða langan biltúr runt í USA.

Tá hon fyrstu ferð sá partar av sendingini seinasta ár, helt hon hetta síggja ræðuliga hart út, og helt hon tá, at hon ongantíð hevði kunnað staðið seg í eini slíkari kapping. So hvørt sum spenningurin øktist, vaks áhugin tó eisini fyri sendingini, og tá møguleikin so beyðst, ivaðist hon ikki í at senda eina umsókn inn.

Tað hon serliga legði dent á í sínari umsókn, var at hon metti seg vera væl fyri kropsliga. Hon var við í kappingini um at gerast Føroya fimasta sprund í 1997, og gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina. Annars hevur hon gjørt fimleik so at siga alt sítt lív, umframt at hon eisini hevur dansað í fleiri ár.


Grindaknív við

Í umsókn sínari legði Jákup Sverri dent á, at hann metti seg vera væl fyri kropsliga, við tað at hann ígjgøgnum fleiri ár hevur spælt hondbólt. Eisini royndi hann at leggja dent á, at hann helt seg vera lættan at samstarva og samskifta við, eins og hann metti at tað kundi verið áhugavert, at ein tingmaður var við í slíkari sending. Eitt, sum hann eisini helt vera eina dygd, var at hann sum føroyingur er vanur at vera í náttúruni, og helt hann eisini at hevði kunnað komið honum til góðar.

Hetta, at føroyingar eru nærri við náttúruna sæst eisini aftur, í teimum lutum, sum tey bæði høvdu avgjørt at taka við, um ævintýrið hevði gjørst veruleiki. Jákup Sverri sigur, at hann hevði tikið ein grindaknív við sær, ímeðan Sóleyð hevði gjørt av, at taka ein felliknív av tí slagnum, sum hevur fleiri amboð í einum.

Jákup Sverri varð sum nevnt ímillum tey 4, sum komu at standa á bíðilista, og sjálvandi var hann eitt sindur vónbrotin, tá hann nú var komin somikið langt, og allíkavæl gjørdist ov stuttur. Hann segði at nervarnir ikki byrjaðu at koma, fyrr enn tey vóru til fysisku royndirnar. Áðrenn hetta vóru tað allíkavæl so nógvir luttakarar, at tað hevði ikki havt tann stóra týdningin at verið vrakaður.


Eingin favorittur

Bæði tvey hava tey longu hugt eftir fyrsta partinum av nýggju sendingunum, og sjálvandi ætla tey sær at hyggja komandi vikurnar, og fylgja væl við, so hvørt sum luttakararnir fækkast.

Spurd um tey longu nú hava valt sær ein favortitt millum luttakararnar, siga bæði , at tey ikki hava funnið nakran greiðan favoritt enn. Jákup Sverri metti tó eftir fyrstu sendingina, at ?norðurliðið? helst fer at standa seg nakað betur.

Við tað at Jákup Sverri eisini var í Danmark til endaligu royndirnar, hevur hann møtt nøkrum av teimum, sum nú eru á El Nido, men hann sigur seg tó ikki kenna nakran av teimum persónliga. Við tað at dentur varð lagdur á, at luttakararnir ikki skuldu kennast, áðrenn teir fóru, varð nevnliga bannað at tosað við hvønn annan undir royndunum.