Ein sera væleydnaður Summarfestivalur fekk ein sera hóskandi enda, tá Chase bjóðaði til nostalgi rokk-konsert á Vágsbøi. Eg minnist meg ikki at hava hoyrt Chase betur enn hetta. Við eini langari røð av sínum bestu løgum, spældu Edmund, Niclas, Mikkjal og James saman við nýggja manninum Kim Hansen eina fína rokk-konsert, har allar tær røttu klisjeirnar vórðu fyltar heilt út.
Hóast Chase ikki eigur so øgiliga nógv løg í grønu sangbók, eigur bólkurin eitt sera týdningarmikið pláss í føroysku tónleikasøguni, og eftir at seinasta come backið hjá bólkinum ikki eydnaðist so øgiliga væl, var eg ein heldur stúrin ummælari, sum kreyp út í regnið at lurta eftir teimum. Serliga hevur røddin hjá Edmundi ikki altíð verið líka góð og eftir tey bæði fyrstu og heldur veiku løgini ?Lisa Maria? og ?Lygnari?, var eg ikki sannførdur. Hesi løgini tykjast altíð at vísa hansara rødd frá síni mest irriterandi síðu, og tað gjørdu tey eisini í sirminum í kvøld.
Men so sleit í á Vágsbøi, alt fleiri fólk komu fram til pallin, og løgini fóru at liggja betur til røddina hjá Edmundi, og knappiliga vísti hann, at hann ikki bara sær betur út sum rokksangari, enn hann nakrantíð hevur gjørt - hann syngur eisini betur enn nakrantíð áður.
?Reckless Life?, ?Tú og Eg?, ?Two Hearts?, ?Eingangsknall?, ?7 Míl Frá Hollywood? fingu fjøldina at syngja og liva við, áðrenn Chase í besta rokk-klisje stíli rýmdi av pallinum, fyri at fáa fjøldina at rópa seg inn aftur at spæla størsta hittið ?Fyrstu Ferð?, og tá fór Vágsbøur upp at kóka. Ein nostalgiskur endi á eina sum heild nostalgiska festivalskrá.