Mark hevur avgjørt at skipa fyri eini stórari uttandurða rockkonsert í Havn. Á konsertini luttaka fleiri av okkara allarfrægastu tónleikabólkum. Men tað besta av øllum er konsertin er ókeypis!!
Mark Joensen sigur við Planet at hann fekk hugskotið av tí góða veðrinum.
"Tað er ikki oftari enn so, at tað er so gott veður, men tá ið sólin er so gávumild, so mugu vit eisini verða tað", sigur Mark Joensen.
Mark fór á www.kjak.fo og setti fram ein fyrispurning um tónleikarar vorðu við uppá eitt slíkt tiltak. "Og tað var beinanvegin ein super kulir stemmningur millum bólkarnar. Teir vildu beinanvegin luttaka, og tí fór eg alt fyri eitt at fyrireikað tiltakið. So setti eg meg í samband við mynduleikarnir. Eg roknaði við at hetta fór at verða tungt, men kommunan, Kunningarstovan og Politistøðin vóru ófør at hjálpa. Tað skulu tey hava eina hjartan tøkk fyri", sigur Mark.
Bólkarnir ið luttaka eru: Dejavu, The Dreams, The Story Ends, Skunk og 3 colours. Fyrivarni má tó takast fyri skránna, tí at skoðbráðið er so stutt, men allir bólkarnir gera sítt besta at megan at samla tropparnar til konsertina. Og kanska verður onkur bólkur afturat.
Konsertin byrjar kl. 15, og heldur áfram til kl. 22. Mark sigur, at har eru ymiskir hentleikar á økinum so sum w.c., men um fólk vilja hava eitthvørt til at leska sær við, má tað gerast aðrastaðni.
Konsertin er ókeypis. "Í dag hugsa vit bara um tónleik, ikki pengar", sigur Mark Joensen at enda.