Rock Trawldoors úr at gera

Rock Trawldoors, lemmavirkið í Vági, hevur nógv at gera fyri tíðina. Bæði trollemmar og rulluvektir til trolarar eru í gerð inni á verksmiðjuni hjá Rock, sum er inni á Oyrunum í Vági, skrivar Suðurrás.

 

Við Suðurrás sigur Hans í Liðini, stjóri, at í løtuni eru teir við at gera nýggjár Sea-Lion trollemmar til Artic Viking, umframt nýggjar Super Shark trollemmar til fyrrverandi Steffen C. Eisini gera teir nógvar skógvar til trollemmar fyri tíðina.

 

Harumframt ger virkið í løtuni rulluvekt til Havtind og til Kongsfjord.

 

Nýggjast tíðindini frá Business-Line vísa harumframt, at Hans í Líðini, stjóri, nýliga hevur lagt tey bæði feløgini, Rock Trawldoors og P/F Skarðsgjógv saman. Hans í Líðini er stjóri og partaeigari í báðum feløgunum, sum í stóran mun hava somu nevnd og eigarar.