Rod Stewart ákærdur fyri harðskap við barnaveitslu

Tað fekk eftir øllum at døma ilt í kenda tónleikaran Rod Stewart, at hann ikki slapp innar til eina veitslu á Palm Beach Hotel í Florida nýggjársaftan.

Ekstrablaðið veit at siga, at Daily Mail hevur skjøl, ið vísa, at Stewart eftir hendingina er ákærdur fyri harðskap, men tó í mildara endanum av revsilógini.

Bæði 74 ára gamli Rod Stewart, og sonurin Sean Stewart, eru nevndir í ákæruritinum.

Ein trygdarvørður hevur greitt frá, at hann arbeiddi við eina privata veitslu í einum øki, sum er til børn, tá nøkur fólk komu til inngongdina, og vildu innar. Hetta hendi, hóast tað bert vóru fólk við serligum loyvi, ið sluppu innar. Fólkini byrjaðu so at gera um seg.

Trygdarvørðurin Jessie Dixon hevur greitt frá, at Sean Stewart kom heilt tætt at  sær, ja, heilt upp í andlitið, sum hann tekur til, og tá Dixon legði eina hond á bringu hansara fyri at halda Sean aftur, byrjaði Sean Stewart at skumpa aftur ímóti.

Tá hetta fer fram, kemur Rod Stewart til trygdarvørðin, og slær hann á bringuna, og hetta sæst á vakmyndatólum á staðnum.

Løgreglan er komin fram til, at fólkini, ið vildu innar, vildu hava børn síni við til barnaveitsluna.

Tá hetta ikki bar til, metti Rod Stewart, at trygdarvørðurin var provokerandi, og sambært løgregluni fekk hetta ilt í stjørnuna.

Sambært løgregluni hevur Rod Stewart seinni biðið um orsaka, men trygdarvørðurin er tó áhugaður í at royna sak millum seg og kendu stjørnuna.

##med2##