Rodmundur bekennir lit

Listarnir hjá flokkunum til fólkatingsvalið eru um at vera liðugir. Og eitt av nýggju, spennandi nøvnunum er fyrrverandi borgarstjórin í Runavík, Rodmund Nielsen

Fríggjadagin klokkan ellivu skjulu listarnir til fólkatingsvalið latast inn – í seinasta lagi. Og hóast tíðin er rættiliga knøpp, so eru flokkarnir um at verða komnir undir land við uppstillingum teirra.

Sambært formanni Fólkafloksins, Jørgeni Niclasen, verður listin helst endaliga liðugur í dag, og sambært formanninum verða allir ting- og landsstýrismenn floksins við á listanum. Burtursæð frá Anfinn Kallsberg, sum í síðstu viku boðaði frá, at hann ikki fór at stilla upp aftur til fólkatingsvalið.

Annika Olsen hevur longu verið frammi í bløðunum og bjóða seg fram, og hartil váttar Jørgen Niclasen, at Tummas í Garði verður ein av kandidatunum hjá flokkinum.

Fyrr í summar gingu nógvar søgur um, hvar fyrrverandi borgarstjórin í Runavík, Rodmund Nielsen, hoyrdi heima politiskt, og seiglívað slatur plaseraði hann í Sambandsflokkinum. Men nú váttar formaður Fólkafloksins, at Rodmund Nielsen verður at finna á teirra lista til fólkatingsvalið, og hóast tað enn er ov tíðliga at tosa um løgtingsval er tað ógvuliga nærliggjandi at hugsa, at hann somuleiðis verður at finna á tí listanum.

 

Javnaður og Tjóðveldi klárt

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, sum alment hevur verið frammi við einum fullfíggjaðum lista, og teir hava eisini boðað til tíðindafund í morginárini.

Eisini Sambandið hevur fleiri nýggj nøvn á listanum, og eitt hitt mest spennandi er kanska Ingvør Nolsøe. Men eisini borgarstjórin í Sandavági, Rósa Samuelsen, er eitt nýtt navn á listanum.

Úr javnaðarflokkinum verður sagt, at tey eisini eru nær við at vera klár at almannakunngerða listan, og at tað eftir øllum at døma verður einaferð seinni í dag. Tá vit tosaðu við floksskrivaran í morgun vóru tey kortini ikki klár við nøkrum almennum nøvnum.

Tjólveldi fer á eykaflokstingi í kvøld endaliga at góðkenna fullfíggjaða listan, men fleiri nøvn hava longu verið almannakunngjørd. Sjúrður Skaale hevur verið á listanum áður við góðum úrsliti, og verður við aftur hesaferð. Eitt annað spennandi navn á Tjóðveldislistanum er Bjørt Samuelsen, ið kemur frá einum almennum miðli, nakað sum ofta hildnast væl.

Sum Sosialurin visti at siga frá fyri tíð síðani, verður Kári á Rógvi spísskandidatur hjá Sjálvstýrinum, men annars eydnaðist tað ikki at fáa orðið á umboð fyri smærru flokkarnar, áðrenn evstamark blaðsins. Men einki er at ivast í, at eisini teir eru um at verða lidnir við sínar listar til fólkatingsvalið 13. november.