TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Rógva Weyhe hjá KÍF.
Samrøðan var gjørd aftaná KÍF hevði tapt 19-24 (9-13) ímóti H71 í Hoyvíkshøllini fyrr í dag. Rógvi sigur, at teir ætlaðu at avrika betur, enn gjørt var í dag, og teir eru sera vónsviknir um avrikið: - Vit eru ov stuttir gjøgnum allan dystin, staðfestir Rógvi.
- Vit brenna ov nógv, og teir fáa nøkur alt ov løtt mál, metir Rógvi verða tann avgerandi munin í dag. Rógvi heldur tó ikki, at teir í KÍF eru so ræðuliga langt frá støðinum hjá H71, og teir fara framvegis at stríðast fyri at koma í báðar finalurnar.