Nú verður tað talt niður til EM undankappingardystin ímóti Póllandi, sum verður á PGE Narodowy leikvøllinum í Warszawa í kvøld klokkan 19.45. Dómarabólkurin er úr Slovenia, og dómarin eitur David Smajc. Fleiri føroyskir fótbóltsfjepparar komast við hann, tí hann var 23. maður á vøllinum, tá ið KÍ framdi stóra bragdið, sum tað var 19. juli at vinna 3-0 á útivølli ímóti ungverska Ferencváros.
Føroyar hava tríggjar ferðir áður dystast ímóti pólverska landsliðnum. Í øllum trimum førunum var talan um venjingardystir, og Føroyar hava tapt allar tríggjar ferðirnar.
Tann fyrsti var 10. februar í 2002, tá ið úrslitið suðuri á Kýpros var 2-1 til Póllandi.
Annar dysturin var 21. februar í 2004, tá ið úrslitið í Spania var 6-0 til Pólland.
Triði dysturin var 14. mai í 2006, tá ið úrslitið var 4-0 til Pólland. Hann var spældur í Wronki í Póllandi.
Samlaði málmunurin í teimum trimum dystunum ímóti Póllandi er 12-1 til Pólland.
Einasti føroyski landsliðsspælarin, sum hevur skorað ímóti Póllandi, er Rógvi Jacobsen. Tað var suðuri á Kýpros 10. februar í 2002 ella fyri meiri enn 21 árum síðani. Øll trý málini í 2-1 tapinum vórðu skorað í fyrra hálvleiki, og Rógvi, sum tá umboðaði HB, javnaði til 1-1 í 27. minutti. Rógvi spældi 53 ferðir á landsliðnum, og tað var í 12. landsdystinum og suðuri á Kýpros 10. februar í 2002, at hann fyrstu ferð var málskjútti.
Rógvi Jacobsen eigur saman við Klæminti A. Olsen, sum er í hópinum í Póllandi í kvøld málmetið. Teir hava skorað 10 ferðir á landsliðnum. Klæmint hevur møguleika í kvøld at umboða føðilandið fyri 58. ferð. Síðsta ferðin, at hann skoraði á landsliðnum, var 15. November í 2021, tá ið Føroyar taptu HM undankappingardyst í Ísrael 3-2. Ta ferðina varð Klæmint skiftur inn sjey minuttir eftir steðgin, og 20 minuttir seinni javnaði hann til 2-2.