Rógvi vann og Meinhard leikti javnt

Rógvi Baldvinsson og Bryne hava fingið luft til botnliðini í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Rógvi Baldvinsson og liðfelagarnir í Bryne vunnu í kvøld ein sera týðandi 2-1 útisigur á Skeid í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Skeid kom á tá bert 10 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki, men beint undan steðginum eydnaðist tað Arne Gunnes at javna til 1-1. Sigursmálið hjá Bryne skoraði svenski Daniel Hermansson, tá 82 minuttir vóru leiktir.

 

Bryne er fjórðaftast í deildini við 13 stigum, men nú hava teir sjey stig niður til niðurflytingarstrikuna.

 

Meinhard E. Olsen og liðfelagarnir í Mjøndalen fingu loksins stig aftur, tá teir á heimavølli leiktu javnleik 1-1 móti Åsane. Undan dystinum í kvøld hevði Mjøndalen tapt fimm dystir á rað.

 

Brinder Singh legði Mjøndalen á odda í fyrra hálvleiki. Åsane javnaði við einum sjálvmáli, tá 73 minuttir vóru farnir.

 

Mjøndalen er nummar sjey í deildini við 23 stigum.