Rói Hansen hevur skrivað undir við B36

20 ára gamli Rói Hansen hevur skrivað undir sáttmála fyri 2024.

B36 skrivar soleiðis:

 

Lámi verjuspælarin hevur spælt fyri barndómsfelagið øll ungdómsárini, og seinastu árini hevur Rói verið fastur fúsur á okkara næstbesta liði.

 

Góðu fótbóltsevnini og stóra B36-hjartað kunnu ikki sigast at koma frá fremmandum. Bæði pápi hansara, Jens Kristian Hansen, og pápabeiggi hansara, Tummas Eli Hansen, hava verið drúgvir og trúgvir bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin, og mamman, Frida Mellemgaard, hevur eisini tikið mong tørn fyri felagið.

Hjartaliga til lukku við sáttmálanum, Rói, skrivar B36.