Rok eftir HM í Berlin

Seks av íðkarunum í HM-kappingini í frælsum ítrótti, sum hevur verið í Berlin, eru nú ákærdir fyri gøtuófrið í Berlin. Klokkan fýra í nátt vildu teir seks inn á eitt diskotek í týska stórbýnum, og tá durðavørðarnir noktaðu fyri hesum ,fingu teir av at vita. Løgreglan vil ikki siga, hvørjir teir handtiknu eru, men í miðlunum verður staðfest, at talan er um tríggjar frá Bahamas, tveir av Cuba og ein amerikumann. Eisini verður skrivað, at talan er um eins silvur- og tveir bronsuvinnarar.