Rok hjá Gunnvør og Bjerrehuus

Oliver Bjerrehuus, og føroyska dama hansara, Gunnvør Dalsgaard, fóru til hendur í síðstu viku. Gunnvør bløddi illa, tá ið løgreglan kom fram á staðið.

 

Se og Hør og Ekstra Blaðið vita í kvøld at siga, at føroyska Gunnvør Dalsgaard og sjeikur hennara Oliver Bjerrehuus, sum er ein tann kendasta mannfólka modellin í Danmark, fóru til hendurs í farnu viku, og løgreglan mátti uppí leikin.

 

Tað var heima hjá parinum á Nørrebro í Keypmannahavn, at leikur fór fram, og ein av grannunum kendi seg noyddan at ringja eftir løgregluni.

 

Men Suzanne Bjerrehuus, sum er móðir Oliver Bjerrehuus sigur, at tað var sonur hennara, sum royndi at fáa fatur á løgregluni, men Gunnvør tók telefonina frá Oliver, sum síðani

fekk biði ein granna um hjálp.

 

Sambært Ekstra Blaðnum eru partarnir tó samdir um, at tað var eitt ósemja millum Gunnvør og Olive,r sum brádliga gjørdist í so ógvuslig.

 

Se og Hør vil vera við, at blóð rann úr munninum hjá Gunnvør, tá ið løgreglan kom fram á staðið.

 

Hvørki Oliver ella Gunnvør vilja siga nakað ítøkiligt við miðlarnar