Tað var útselt til stórdystin í Parkini í gjár millum FCK og Brøndby. Gott og væl 36.000 áskoðarar høvdu keypt sær atgongumerki til dystin.
Hóast dysturin kanska ikki var tann størsta upplivingin, so var tað allíkavæl ein trýstur stemningur millum áskoðararnar. Eftir dystin kom løgreglan eisini ímillum, tá umleið 200 áskoðarar fóru til hendurs uttanfyri leikvøllin.
Í Italia vann Napoli um vikuskiftið heimligu steypakappingina. Hóast Napoli vann steypakappingina, var tað allíkavæl ikki tað, ið tók yvirskriftirnar í Italia.
Stóra yvirskriftin í Italia var tann at ein Napoli áskoðari varð skotin áðrenn dysturin fór í gongd, tá rok var millum áskoðararnar hjá Napoli og Fiorentina uttanfyri leikvøllin í Rom.
Napoli vann annars dystin 3-1 móti Fiorentina. Teir ið skutu málini fyri Napoli vóru Lorenzo Insigne, ið skeyt 2 av málunum, umframt Dries Mertens, ið skoraði tað triðja málið. Málið hjá Fiorentina skeyt peruvianski landsliðsleikarin Juan Vargas.