Longu í byrjanini av hesum Harrans ári, 2. og 3. januar, gjørdu fleiri útróðrarbátar, sum fiska við línu, rættiliga góðar dagar - ja, her var talan um rættiligan rokfiskiskap. Seinnu dagarnir í hesi vikuni hava sum skilst eisini roynst væl hjá útróðrarmonnum.
Størsti útróðrardagur higartil í árinum man vera dagurin hjá útróðrarbátinum Brandi, sum mikudagin 2. januar hevði heili 20.000 pund á 45 stampum. Hetta gevur sløk 450 pund á stampin! Ein stórur triðingur av veiðini hjá Brandi var toskur og restin hýsa.
Men, tað var ikki bara Brandur, sum fekk nógvan fisk mikudagin. Útróðrarbáturin Bragd hevði 17.500 pund, sum eisini er ein rættiligur rokdagur.
Nógvir útróðrarbátar hava gjørt góðar setur hesar fyrstu dagarnar í árinum og hósdagin, 3. januar, høvdu Gordrúgvin og Norðsøki ávikavist 12.700 og 12.000 pund hvør - bara fyri at nevna tølini hjá nøkrum av bátunum, sum vit hava sæð.
Umframt stóra útróðrardagin hjá Brandi, har teir høvdu umleið 20.000 pund, gjørdi eisini Falkurin av Skála ein slíkan dag í heyst.
Falkurin er glastrevjabátur, sum tekur eini 16.000 pund, tá hann er fullur. Men, henda dagin fyrr í heyst, noyddust teir at gevast at draga, tá seks stampar stóðu eftir. Tá øll veiðan – eisini á teimum seinastu seks stampunum - var komin í hús, hevði Falkurin fiskað sløk 20.000 pund á 37 stampum.