Rokkarin sum bleiv pápi

Rokkarin úr bólkinum The Dreams, Hans Edward Andreasen, bleiv 31. mars pápi at Klæmint McLeod Andreasen. Vit kenna hann eina mest frá pallinum, har hann, saman við manningini í The Dreams, hevur bergtikið Føroyar, Danmark og nú Frankaríki. Teir flyta seg alsamt longri inn á altjóða rokkpallin, og framtíðarvónirnar eru stórar fyri hesum ungu føroyingum.

 

Men 31. mars í ár broyttist lívið hjá Hans Edward, tá ið hann gjørdist pápi í sjúkrahúsinum í Hvidovre, og var tað ein lítil drongur, ið bleiv borin í heim henda síðsta dagin í mars.

Navnið á soninum hjá rokkaranum er Klæmint McLeod Andreasen, og vigaði hann 3472 og var 55 cm langur.

 

Planet ynskir Hans Edward og maka hansara hjartaliga tillukku við soninum.